Fyrstu seks mánaðirnar í 2012 hava Føroyar innflutt fyri gott og væl eina milliard meira enn sama tíðarskeið í fjør. Tað eru serliga skip og flogfør, sum við 895 milliónum krónum eiga henda vøksturin. Uttan skip og flogfør er innflutningurin vaksin við 200 milliónum krónum, svarandi til 9 prosent.
Tað boðar Hagstovan frá fyrrapartin.
Her er størsti vøksturin í tilfari til ídnaðin, sum var 113 milliónir krónur meira í ár enn í fjør. Ein góður triðingur av hesum vøkstrinum er innflutningur av fiskaolju til fóðurframleiðslu.
Ein annar partur av økta innflutninginum er maskinur og amboð.
- Hinvegin er eingin vøkstur at hóma í innflutningi av tilfari til byggivinnuna. Og stóri vøksturin í akførum, sum vit sóu fyrr í ár, er nú, tá fyrra hálvár er uppgjørt, bara 7 prosent. Gongd tykist heldur ikki verða komin á húsarhaldsnýstluna, tí tað, sum verður innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er minkað 2 prosent fyrra hálvár í mun til sama tíðarskeið í fjør, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.