Higartil í ár hava føroyingar fingið 8,5 prosent meiri í lønum, enn í fjør.
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at bara í apríl í ár vóru 713 milliónir krónur, og tað eru 7,7 prosent meiri enn í apríl í fjør.
Frá 2014 til í 2015 vuksu lønargjaldingarnar 6,3 prosent og sum heild er vøksturin framvegis á sama stigi, sum hon hann hevur verið seinastu tíðina.