Vøkur og sterk kvinna

30 ára gamla kvinnan, ið er høvuðsákærda í stóra narkomálinum har dómur fellur 7. mai, er ein flott myrkhærd dama, ið hevur upplivað meiri ein fólk flest. Hon hevur verið muslim, hildið saman við einum hassjbundnum afrikanara, gingið á sjúkrasystraskúla og hevur seinastu tvey árini arbeitt sum heimahjálpari í Havn, har hon hevur verið ógvuliga væl lýdd. Nú hanga 34 ákærur oman yvir henni

– Eg havi altíð verið nakað av einum einara.
Soleiðis legði 30 ára gamla kvinnan fyri, tá hon gav eina sterka lýsing av sær sjálvari í Føroya rætti mánadagin. Hon er høvuðsákærda í stóra narkomálinum, har dómur fellur 7. mai og hevur 34 ákærur ímóti sær. Hon er undir illgruna fyri at hava verið tann, sum hevur sitið omaná øllum og hevur samskipað søluna av rúsevnum í Føroyum í ein stóran mun.
Talan er um eina vakra myrkhærda kvinnu. Hon er væl skorin fyri tungubandið og dugir at tosa sína søk. At síggja til er talan um eina gløgga og sterka kvinnu, men handan fasaduna fjalir hon eina fortíð fulla av trupulleikum.

Gjørdist muslim
Sum barn búði kvinnan hjá foreldrum sínum í Føroyum. Níggju ára gomul rýmdi mamman frá pápanum og gentuni, sum síðani flutti nógv ímillum Føroya og Danmark og búði annaðhvørt hjá pápanum ella mammuni.
Sum tannáringur fall hon fyri einum arabiskum manni og tók við muslimskari trúgv. Hon tók hansara vanar til sín og livdi eftir teimum siðum og reglum, ið har gera seg galdandi. Millum annað gekk hon við turriklæði – eisini tá hon vitjaði aftur í Føroyum.
Hetta fekk tó ein enda og hon og arabiski maðurin fóru hvør til sítt. Kvinnan var tó framvegis forvitin og opin fyri øðrum mentanum og menniskjum, og fann seinni saman við einum afrikanara.
Eisini her tók kvinnan hansara vanar til sín, og tað var tá hon av álvara byrjaði at roykja hassj. Afrikanski sjeikur hennara roykti nevniliga fimm ferðir dagliga.

Tók HF og fór undir hægri lesnað
Narkotisku óvanarnir hjá kvinnuni vóru tó ikki størri enn so, at hon tók HF og fór undir hægri lesnað sum sjúkrasystur. Ein skilagóð avgerð í sjálvum sær, men kvinnan gjørdi tað býtta, at hon búsettist nær mammu sínari, sum hon hevur eitt ógvuliga stríggið samband við. Misnýtslan vant upp á seg, so kvinnan gjørdi av at flýggja til Føroya.
Heima í Føroyum tók pápi hennara ímóti henni við opnum ørmum, og kvinnan ynskti at halda áfram við lesnaðinum sum sjúkrasystur. Tíverri fyri hana bar hetta ikki til.

Arbeiddi sum heimahjálp
Tey bæði seinastu árini hevur kvinnan arbeitt sum heimahjálp. Eitt starv, hon hevur verið ógvuliga glað fyri og har hon ikki hevði ein einasta sjúkradag. Sambært kvinnuni sjálvari, so var tað eisini hennara fatan, at starvsfelagar og leiðsla vóru glað fyri hana.
Men starvið sum heimahjálp var ikki hennara einasta. Hon arbeiddi eisini eitt sindur sum vaski kona, og eisini sum telefondama á eini støð í høvuðsstaðnum.

Er vorðin sterkari
Seinna hálvár í fjør byrjaði misnýtslan hjá kvinnuni. Hon greiddi frá, at tað helst hevði nakað við einsemi at gera, tí afturkomin til Føroya kendi hon seg einsamalla. Hon hevði verið burtur so leingi, at allar hennara gomlu vinkonur eru giftar og hava fingið børn. Kvinnan hevði tó sett sær fyri at vera verandi í Føroyum, tí hon ynskti at byrja av nýggjum her. Einsemi gjørdist tó so stórt, at hon leitaði sær ugga í rúsevnum, og so gekk bara ein veg hjá henni.
1. desember í fjør varð hon handtikin, og hevur síðani sitið í varðhaldinum. Hesa tíðina hevur hon brúkt til at tosa við fangavørðarnar og prestin í varðhaldinum, og tað hevur hjálpt henni nógv.
– Eg haldi eg eri styrknað nógv hesa tíðina, meðan eg havi sitið, segði 30 ára gamla kvinnan, sum heldur ikki hevur nortið rúsevni síðani 1. desember.
– So tað hevur verið gott fyri okkurt, segði kvinnan smílandi, tá hon endaði frágreiðing sína í rættinum.