Valluttøkan í Havnini hevur verið væl slakari enn á seinasta vali. Higartil eru tað mest tey eldru og tey ungu, sum hava verið á vali, men tey miðaldrandi hava ikki víst seg Valluttøkan í Havnini hevur ikki verið nakað at reypa av í dag.
Fyrr í dag líktust valluttøkan á hesum fólkatingsvalinum rættiliga nógv gongdini á seinasta vali. Men formaðurin í valstýrinum, Jens Marius Poulsen, segði fyri eini lítlari løtu síðani, at hesar seinastu tímarnar er streymurin av fólki inn á valstaðið dovnað rættiliga nógv.
Á valinum í 2005, høvdu 43,3% av veljarunum í Havn verið á vali klokkan 17, men á valinum í dag var vallutøkan ikki meiri enn 37,9% klokkan 17.
Jens Marius Poulsen staðfesti eisini, at nógv ung og nógv eldri høvdu verið á valið, men at tað høvdu fá fólk um miðal aldur verið á vali higartil.
Í Vági hevur valluttøkan hinvegin verið eitt sindur størri. Klokkan fimm í dag høvdu 39,5% av vágbingum verið á vali, men á seinasta fólkatingsvali, høvdu 32,4% av vágbingum verið á vali klokkan 17.