Væl vitjað ólavsøkuframsýning

Nýggir listaspírar vaktu ans og drógu fleiri vitjandi á ólavsøkuframsýning. Bæði stjórin á Listaskálanum og forkvinnan í Listafelag Føroya eru stak væl nøgd við framsýningina.

Við blóðreyðum veggum og neosurrealistiskum tema og ungum listafólkum var  ársins ólavsøkuframsýning eitt nýbrot. Listafelagið hevði í ár valt at lata ungu listamennirnir Heiðrikkur á Heygum og Jóannes Lamhauge skipa fyri framsýningini, og hetta eru tey í dag bæði glað og errin um, sigur Malan Marnersdóttir, forkvinna í Listafelag Føroya.

- Vit eru stak væl nøgd við framsýningina. Fyriskipararnir hava gjørt eitt megnar arbeiði, og tað vóru nógv fleiri vitjandi enn seinnu árini, sigur Malan Marnersdóttir.

Helgi Fossadal, stjóri á Listasavninum, sigur, at tað altíð eru færri vitjandi, um veðrið er gott.

-Tí er tað flott, at á leið 1500 fólk vóru til framsýningina ólavsøkudagarnar. Og í ár vóru eisini nógv fleiri ungfólk millum tey vitjandi, sigur hann.

Endamálið við Listafelagnum er at stuðla og stimbra føroyskari list, og Helgi Fossadal metir, at ársins ólavsøkuframsýning veruliga livir upp til hetta aðalmálið.

Ólavsøkuframsýningin var fyrstu ferð í 1948. Tey fyrstu mongu árini var hetta so at siga einasta listaframsýning á ólavsøku, men seinastu árini eru alt fleiri framsýningarhøli komin, og kappingin um ólavsøkugestirnar er økt. Tí valdi Listafelagið at skipa fyri eini øðrvísi kapping í ár.

Malan Marnersdóttir væntar, at hesin framsýningarháttur fer at merkja komandi framsýningar.

- Vit hava enn ikki avgjørt, hvussu ólavsøkuframsýningin skal skipast komandi ár, men ársins framsýning var so mikið væl eydnað, at hon kemur at ávirka komandi framsýningar.


Slóðbrótandi og siðbundið

Sambært Helga Fossadal, varð framsýningin sum heild sera væl móttikin. Framsýnararnir vóru allir millum 18 og 30 ár, og stóri meirilutin hevur ikki verið at sæð í Listaskálanum áður.

Sjálvur vil Helgi Fossadal ikki taka dagar ímillum framsýnararnar. Hann sigur tó, at nøkur listafólk skara framúr, men breiddin er eisini sera góð, og tað hevur verið sera spennandi at síggja hesir dugnaligu listarligu spírar.

- Bæði ung og eldri vóru sera positiv. Listin á Slóarblóð, sum var heiti á framsýningini, vísir nakað, sum ikki er víst fyrr. Dygdin er í ordan og reyða umhvørvið ger eisini upplivingina serliga, sigur Helgi Fossadal.

Malan Marnersdóttir heldur eisini, at fólk hava verið glað fyri at síggja nakað nýtt og øðrvísi, og huglagið var gott á framsýningini.

- Luttakandi listafólkini eru nærløgd og hava arbeitt nógv við listini. Og hetta boðar frá góðum. Men sjálvandi kunnu vit ikki siga, hvat av hesum stendur eftir um hálvtrýss ár.

Hóast unga listin í stóran mun brýtur frá tí siðbundna føroyska landslagstemanum, heldur Malan Marnersdóttir tó eisini, at listin ikki hevur flutt seg so nógv, tá umræður listabúna.

- Tað kann undra, at tað framvegis mest eru myndir. Føroysk list er framvegis fýrakantað og hongur enn á vegginum. Orsøkirnar til hetta kunnu vera so nógvar. Kanska vísir hetta, at listafólk í Føroyum ikki hava nóg góðar arbeiðsumstøður. Ella kanska er føroysk list framvegis so ung, at hon ikki hevur eina siðvenju at flyta seg frá.

Men Malan Marnersdóttir leggur tó dent á, at Slóarblóð vísir bæði dygd og nýhugsan millum unga ættarliðið av listafólkum.

Ólavsøkuframsýningin heldur á fram til 12. august í vanligu upplætingartíðunum hjá Listaskálanum.