Nú skulu føroyingar við góðari inntøku, betala meiri í skatti.
Tað er ein partur av ætlaða og nógv umrødda kreppupakkanum hjá samgonguni.
Nógv hevur verið gitt og mett um, hvørji tiltøk, samgongan ætlar at seta í verk fyri at stýra Føroyum ígjøgnum kreppun so snikkaleysum sum gjørligt.
Alment fæst onki at vita, tí bæði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og løgmaður hava hildið kortini tætt at kroppinum og hava ikki vilja lagt nøkur kort á borðið, fyrenn tað er semja um ætlanina og tað er púra greitt, hvat verður í hesum vælsignaða kreppupakka.
Samstundis hevur landsstýrismaðurin álagt bæði samgongufeløgum, politikarum úr andstøðuni, fakfeløgum, kommunupolitikarum og øllum øðrum, sum hava fingið kunning um kreppupakkan, onki at siga um innihaldið í kreppupakkanum.
Kortini er mangt og hvat likið úr fíggjarmálaráðnum og frá vælvitandi keldum hava fjølmiðlum greitt frá, at ætlanin er at skerja sjómannafrádráttin, flyta minstulønina yvir í ALS, strika lønarhækkingina hjá tí almenna og annað.
Men í morgun fortelja vælvitandi keldur, sum hava verið í fíggjarmálaráðnum og fingið frágreiðing um kreppupakkan, fyri Sosialinum, at ætlanin er eisini bæði at herða skattatrýstið.
Skattahækking til høgar inntøkur
- Eitt tiltak, sum samgongan ætlar at seta í verk fyri at bøta um úrslitið á fíggjarlógini, er, at allar inntøkur yvir 400.000 krónur, skulu betala eina eykaskatt upp á 2%, siga keldur okkara.
Tað merkir, at øll, sum forvinna meiri enn góðar 33.333 krónur um mánaðin, skulu rinda ein eykaskatt upp á 2%.
Men á kunningarfundi um kreppupakkan hevur Jóannes Eidesgaard lagt dent á, er, at hesin eyka skaturin skal bara vera galdandi í eitt ”avmarkað tíðarskeið”, sum hann tók til.
Kortini segði hann onki um, hvussu leingi hetta avmarkaða tíðarskeiðið skal vara.
Samgongan hevur eisini aðrar ætlanir á skattaøkinum.
Landið meiri og kommunurnar minni
- Ein broyting, sum ætlanin er at gera, er at hereftir skal landið hava ein størri part av partafelagsskattinnum og so skulu kommunurnar fáa ein tilsvarandi minni part.
So vítt, vit hava fingið upplýst frá TAKS, er støðan í løtuni tann, at landskassin fær 62% av partafelagsskattinum og kommunurnar fáa 38%.
Men fyri at útvega landskassanum eyka inntøkur, ætlar samgongan, at hereftir skal landið fáa 64% av partafelags skattinum, ella tvey prosent meiri enn nú, og kommunurnar skulu fáa tilsvarandi tvey prosent minni, enn tær fáa nú, ella 36%.
Strika havnargjald
Men hetta er ikki einasta tiltakið, sum rakar kommunurnar.
- Ein partur av kreppupakkanum hjá landsstýrinum er, at hereftir skulu skipini hjá Strandferðsluni ikki longur betala havnargjald í teimum ymsu kommununum, har skipini hjá Strandferðsluni sigla til og frá.
Her skal kortini dentur leggjast á, at strandfaraskipini skulu framvegis betala brúgvagjald og vørugjald, men gjaldið, sum skipini betala fyri at brúka tær ymsu havnirnar, verður strikað.
500 milliónir í halli
Annars sigur kelda okkara, at kreppupakkin hjá samgonguni vendir í høvuðsheitum tann lættara endan niðureftir.
Tað merkir, at arbeitt verður eftir einum sosialum leisti, har teir breiðaru herðarnar við teimum hægru intøkunum, skulu bera tær lutfalsligu tyngru byrðarnar
Kortini verður staðfest, at tað verða fá, sum sleppa heilt snikkaleyst.
Kelda okkara leggur afturat, at hóast sparingar skulu gerast og landskassin skal hava meiri í intøku, verður framvegis roknað við stórum halli á fíggjarlógini
- Tey tiltøk, sum ætlanin er at seta í verk, eru bara fyri at avmarkað hallið á fíggjarlógini, tí samgongan arbeiðir framvegis við eini fíggjarlóg fyri næsta ár, sum hevur eitt hall, sum nærkast 500 milliónum.