Vælbjargað skulu rinda meir í ALS

Fólk við góðari løn skulu rinda meiri í Arbeiðsloysisskipanina.

Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Tí hevur hon lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka hámarkið fyri, hvussu nógv ein í mesta lagi skal rinda í ALS.

Í løtuni er skipanin tann, at eingin skal gjalda meira enn 6.500 krónur um árið í ALS.

Tað merkir, at onki verður goldið í ALS av tí partinum av eini inntøku, sum er omanfyri áleið 525.000 krónur.

Markið ger, at lág- og miðalinntøkur gjalda 1,25% av sínari løn, men lutfalsliga rinda tær høgu lønirnar nógv minni.

Hetta er ikki rímiligt, og als ikki, tá hugsað verður um, at hátinntøkurnar frammanundan hava fingið stóran fíggjarligan lætta ígjøgnum flatskattin, heldur Bjørt Samuelsen.

Tí heldur hon, at hamarkið fyri inngjaldið átti at verðið tikið burtur og í øllum førum átti tað at verðið tikið burtur, tá útgjaldið lækkaði í fjør.

Sostatt heldur hon, at inngjaldið í ALS skal ikki avmarkast til 6.500 krónur um árið, men øll skulu rinda 1,25% av lønini í ALS, sama, hvussu høg inntøkan er.

- Vit, sum eru heppin at hava arbeiði, mugu lyfta nakað eyka, nú vit framvegis hava á leið 1.400 alment skrásett arbeiðsleys, umframt tey, sum ikki finnast í hagtølunum, tí tey eru dottin úr skipanini, heldur tingkvinnan fyri Tjóðveldi.