Vælferðarsamfelag?

   

Tóra Bærentsen
????????????????

Nú eru tey gomlu aftur á dagskránni í fjølmiðlunum!
Men er tað tí, at okkara fólkavaldu eru vaknaðir úr teirra »coma«???
NEI! Enn einaferð er tað tí, at ein avvarðandi at óhjálpnum menniskja í síni neyð og frustratión, letur hoyra frá sær! Og vit kunnu vera vís í, at hetta djúpa hjartasuffið, heilt sikkurt ikki er fyrsta suffið hjá hesi dóttur!
Eg veit ikki um tað er so galið, men munnu okkara fólkavaldu menn og kvinnur veruliga ganga og billa sær inn, at fólkið her á landi onki minni hevur?
Í hvussu so er hoyra vit hópin av góðum tonkum og lyftum upp undir val. Men tá tey eru komin upp um gáttina, sum gevur teimum møguleika at seta í verk hesar góðu gerðir, tykist tað sum at tey hava lagt eldraøkið í skuffuna aftur, og lásið er farið í baklás!
Vit hoyra og lesa um at okkara Føroyar er eitt vælferðarsamfelag.
Ja, so leingi tann einstaki er førur fyri at klára seg sjálvur, er alt í lagi. Men so skjótt sum tað fer at bila, virkar vælferðin als ikki - og tá haldi eg , at tað er so sum so við tí hugtakinum!
Tey, ið hava gjørt vart við ósømiligu viðferðina, okkara óhjálpnu gomlu menniskju fáa, skulu hava tøkk fyri tað.
Vónandi verður tað ikki neyðugt at koma við slíkum hjartasuffum í komandi tíðum, tá Føroyar verða eitt vælferðarsamfelag!