Sjálvandi vil onkur svara, vit høvdu 1992, tá alt fór fyri bakka. Nakað fór fyri bakka, og nakað nýtt kom undan kavi, men nú hugsi eg ikki bara um okkum. Alt broytist, ikki minst mannskaptar skipanir.
At vælferðarsamfelagið er broytt, ikki minst í Danmark, hevur tú kunnað lisið um leingi.
Nøkur góvu Schlüter skyldina, meðan fleiri vístu á, at allar broytingarnar komu við tí floymi av lógarbroytingum, ið komu inn yvir Danmark úr ES. Fólkatingið staðfesti tær gleðiligt, eisini javnaðarflokkurin. (Danski javnaðarflokkurin fekk Danmark inn í ES).
Hóast danski javnaðarflokkurin gekk fram tey 10 árini Schlüter sat, og hevði nógv skialgott á skránni, komu teir ikki til valdið. Hvat var so at gera? Jú, menn gjørdu uppreistur innanflokka fyri at fáa ein nýggjan formann. Tíðin kravdi tað, var sagt.
Javnaðarflokkurin skuldi broytast. Nærkast miðjuni. Verða ein rundur flokkur, og nýggi formaðurin, sum onkur við tað sama skýrdi »uld i mund«, var trillrundur, men eitt var ektað við honum. Hann var arbeiðarasonur frá Esbjerg, og harafturat átti hann eina gamla móður á einum ellisheimi, sum hann kundi vitja av og á, tá ið ástóð. Eisini fekk hann eina nýggja baruliga konu. Væl vignaðist. Hann var valdur, og bleiv eisini forsætisráðharri, fyri aðru ferð við hjálp frá tí føroyska javnaðarflokkinum, gaman í.
Alt kann henda í politikki, men sum tað sær út nú, má eitt heilt ættarskifti koma í danska javnaðarflokkinum, fyrr enn hann kemur rættuliga upp í politikk aftur.
Tú kanst nú spyrja, hvussu gingist hevur við vælferðarskipanini, er hon broytt? Hevur Danski javnaðarflokkurin roynt at rætta kós ella broytt kós. Hvørki. Hann hevur bara fylgt við streyminum. Tosað pent og víst á sína søgu. Sum fleiri danir siga. Munurin á Nyrup og Schlüter er bara hann, at Schlüter var stuttligari, og tað hóast Nyrup júst hevur spílað seg út at vera stuttligur.
Fleiri føroyingar fylgja væl við, hvat hendir í Danmark, so hví koma við hesum.
Sjálvur støðgaði eg á, nú eg sá bókina hjá Hanne Reintoft: »Træd varsomt. Dansk socialpolitik ved en skillevej« (1998).
Tað fara grundleggjandi broytingar fram í Danmark og hinum Norðurlondunum, tí undrast tú eitt sindur, tá tú í einum blaðið las, at hetta verkfallið ikki bara var um krónur og oyru, men fyri at varðveita vælferðarskipanina.
Vit hava kunnað tosa soleiðis, tí øll skiltu so nøkunlunda, hvat meint var við, men so er ikki longur. Eitt av teimum yngru fólkunum, sum hevði staðið verkfalsvakt á Argjum: »Eg veit ikki, hvat eg skal siga, men tað má finnast aðrir mátar at loysa hesi problemini uppá«. Í Sosialinum høvdu 5 studentanæmingar eina siðuliga áheitan á báðar partar í verkfallinum, um at sleppa teimum undan aftur í ár at verða raktir av verkfalli. Tey skjótt trý árini, teir hava gingið í skúla, hava teir hvørt árið havt eitt sera órógvandi verkfall. Eisini í Krydd stendur nakað um verkfallið. Ein valskrivað skemtilig oddagrein eftir blaðstjóran. Eisini her hoyrast nýggir tónar.
Nógvar ymsar sosialar skipanir finnast í heiminum eisini ongar, eg havi altíð hildið, at tær norðurlendsku vóru tær frægastu (tó máttu tær alla tíðina verjast móti misnýtslu og gerast betri, og tað gjørdist ikki bara við at blaka nakað av pengum til fólk, ella byggja so og so dýr ellisheim. Og fekk onkur hjálp, ið vónandi tørvaði tað, so skuldu øll hava hjálp).
Sum eg síggi tað, var einaferð stýrt móti einum vælferðarsamfelag, annað er heldur ikki møguligt, tí í hesum førinum kemur tú ikki á mál, men tað verður tað ikki longur.
Tað er bara tað eg vil vísa á.
Nógvar heilagar kýr eru longu slaktaðar, og tað steðgar ikki her.
Vit hava verið læst fast í: eystur- vestur, alment- privat og høgra- vinstra. Hetta er søga. Tað komandi ættarliðið verður meiri praktiskt. Teirra hugmyndir annarleiðis.
Steinbjørn B. Jacobsen
21.3.99