Vælferðin í Danmark er í vanda

Danmark er farið frá einum 7. plássi niður á 11. pláss, tá ið tosað verður um vælferð ímillum OECD-londini, fallið verður størri, um ikki okkurt munagott verður gjørt. Danir hildu at alt stóð væl til, teir hava nógvar pengar, fallandi arbeiðsloysi og keypa sum ongantíð áður.

Men verða teir samanlíknaðir við onnur OECD-lond, so gongur støðugt tann skeiva vegin. Teir hava verið roknaðir millum tey fremstu londini, tá ið tosað verður um vælferð, men liggja nú á einum mið-plássi.

Í 1996 varð Danmark millum tey 7 ríkastu londini.

10 ár seinni í 2006 vóru danir komnir á 11. pláss.

Ein framrokning frá OECD sigur, at Danmark frá 2010 til 2014 bert fer at hava ein árligan búskaparvøkstur á umleið 1%, samanborðið við hini 30 OECD-londini, liggur Danmark í verra endanum, skrivar epn.