Klokkan er 10.30 og fitt av fólki er samla í snotiligu hølinum hjá Baresso, har Jon Hestoy, formaður í svimjisambandinum, bjóðar vælkomin og presenterar EM-liðið.
Fyrst á pallin er Turid Kjærbo, sum umframt at verða fysioterapeut hjá Pál, eisini er mamma Pál. Síðani koma Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í svimjusambandinum, Jón Bjarnason, venjari hjá Pál. Eftir teir koma so teir báðir, sum hava framt brøgdini í Budapest í Ungarn, Pauli Øssurson Mohr og Pál Joensen.
»Tit flyta mørk«
Stemningurin er lættur millum fólkini á EM-liðnum, sum øll hava eitt smíl á, meðan landsstýriskvinnan í mentmálaráðnum, Helena Dam á Neystabø kemur á pallin at siga nøkur orð. Hon segði millum annað, at avrikini hjá EM-liðnum fóru at flyta mørk og vísti annars á týdningin av úrslitinum hjá Páli og teimum.
Eftir landsstýriskvinnuna kom ÍSF forsetin, Petur Elias Petersen, á pallin. Hann tosaði millum annað um komandi OL og hvørjar møguleikarnir eru fyri at Pál sleppur at luttaka har. Hann segði millum annað, at teir kanna allar møguleikar og tosa við Danmark um eina loysn eisini.
Undirskriftir til Helenu
Síðani fekk EM-liðið handa blómur frá millum annað SMS og so stóð frítt hjá øllum at heilsa uppá Pál, Paula, Jón og hini á EM liðnum. Helena Dam á Neystabø fekk eisini handa eitt skjal við 1200 undirskriftum, sum Facebook bólkurin »50 metra svimjihyl nú« hevur savnað inn. Tað var Petur Mohr Reinert, ið handaði landsstýriskvinnuni í mentamálum undirskriftirnar.