Elisabeth M. Johannesen lærdi til frisør á eini nýmótans hárfríðkanarstovu í Keypmannahavn. Eftir at útbúgvingin var liðug, valdi hon at taka eina útbúgving sum makeup artistur afturat. Hesa útbúgving tók hon í Íslandi. Hon lærdi saman við føroyska sangaranum Jógvani Hansen, sum í dag hevur sína egnu vælverustovu í Reykjavík.
Monroe umboðar vistfrøðiliga merkið, Aveda, sum eisini verður selt hjá salongini Hárlist í Klaksvík. Umframt at alt frá kremi til makeup er av hesum merki, eru eisini litingar, styling, sjampo, eitt serligt te og aromaljós av sama merki at fáa.
Umframt Elisabeth M. Johannesen, arbeiða tvær aðrar hjá Monroe: Ingun Christiansen, sum varð útbúgvin kosmetolog í Ålborg í 1996, og Elisabeth Jacobsen, sum er útúgvin makeup-artistur og var næmingur hjá Elisabeth M. Johannesen, tá hon var lærari á makeup skúlanum, sum KayKay skipaði fyri í fjør í Havn.
Elisabeth sigur, at tørvur er á eini vælverustovu sum hesari. Tey hava longu nú fingið nógvar bíleggingar, og tær hava úr at gera. Hon hevur ætlanir um at søkja eftir einum lærlingi í næstum.
Arbeiðið á vælverustovuni umfatar alt vanligt makeup- og frisørarbeiði. Tá alt er komið upp á pláss, kunnu vit bjóða kundunum SPA við t.d. andlistrøkt, kropsrøkt og gosbað, sigur Elisabeth M. Johannesen, sum leggur afturat at í tey í morgin fáa nýggja heimasíðu: www.monroe.fo. Telefon nummarið er 422 744.
mg