Vóna at standa fyrst í røðini

- Eiðis skúli og Skúlin við Streymin hava leingi strongt á at fingið ein serflokk, so vit vóna inniliga, at vit verða millum tey økini, sum standa fyrst fyri tørni, sigur Tom Joensen, fyrstilærari í Eiðis skúla við Skúlablaðið.

 

Hann metur, at tað eru eini fimm til tíggju næmingar í økinum, ið høvdu havt gagn av einum serflokki.

- Okkum vantar tað sernámsfrøðiliga tilboðið her. Viðhvørt er neyðugt at geva næmingum eitt øðrvísi tilboð fyri at javnseta teir við aðrar, sigur hann.

 

Og kanska er vón fyri framman nú, tí bæði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum og Emmy S. Joensen, stjóri á Sernámi, hava sagt, fleiri serflokkatilboð fara at koma um landið.

 

Venjingarskúlin í Havn, nú Skúlin á Fløtum, hevur longu havt ein tílíkan serflokk í sjey ár. Fyrsta árið hevði flokkurin fýra næmingar og í ár eru 30 næmingar í flokkinum. Tom Joensen ynskir sær ein flokk skipaðan eftir sama leisti. Tað vil siga eitt tilboð fyri næmingar, sum onkursvegna eru dotnir úr vanligu skúlaskipanini vegna atferðar-, tilknýtis- og trivnaðartrupulleikar.

 

Hvar serflokkurin skal halda til, á Eiði ella við Streymin, er undirorðnað, sigur Tom Joensen.

- Staðsetingin er ikki umráðandi, bara serflokkurin kemur. Vit eru fús at skapa umstøður fyri flokkinum í Eiðis skúla, men verður mett, at tað er betri, at hann er aðrastaðni, so er eingin trupulleiki. Tað eru fleiri skúlabygningar í økinum, har eingin skúli er, so tað er eisini ein møguleiki, sigur hann við Skúlablaðið.