Frágreiðing um oljumál
Í farnu viku legði Eyðun Elttør, landsstýrismaður drúgva frágreiðing fyri tingið um oljumál. Hetta er í tráð við at tað í § 44 í kolvetnislógini er ásett, at ??.landsstýrið skal í minsta lagi annað hvørt ár leggja fram fyri tingið frágreiðing, sum skal verða grundarlag fyri einum oljupolitiskum orðaskifti?.? Í tingsetuni 1999/2000 varð lógaruppskotið um fyrsta útbjóðingarumfar lagt fram, og varð tá gjørt vart við, at drúgvu viðmerkingarnar komu ístaðin fyri eina sjálvstøðuga frágreiðing um oljumál.
Í hesi fyrstu veruligu § 44-frágreiðingini er dentur lagdur á at geva eina breiða lýsing av føroyskari oljuvinnu, soleiðis at flestøll evni av týdningi eru tikin við.
Í framløgurøðu síni vísti landsstýrismaðurin á, at fremsta málið við oljuleiting er at staðfesta, um olja og gass í rakstrarverdum nøgdum eru at finna í okkara undirgrund. Er talan um slíkar nøgdir, er fyrsta og fremsta uppgávan at syrgja fyri, at hesi kolvetni verða troytt á mest skynsama hátt.
-Eg nevni hetta lutvíst tí tað er hetta málið, sum fær flestu tjóðir við møguleika fyri oljuframleiðslu at leggja dent á leitiskyldurnar hjá oljufeløgum heldur enn t.d. loyvisgjald, tá loyvini verða veitt, og lutvíst tí tað í samfelagskjakinum tíðum verður lagdur ov stórur dentur á viðurskifti, sum fylgja við ella eru avleiðing av oljuleitingini. Vit eiga alla tíðina at minnast til, at málini við føroyskari oljuvinnu bara kunnu náast í fullan mun, um oljuframleiðsla einaferð gerst veruleiki.
Eftir at leiti- og framleiðsluloyvini vórðu veitt í august 2000, hava myndugleikar, eisini aðrir enn oljumálastýrið, og oljufeløg arbeitt miðvíst fram ímóti at fyrireika leitiboringarnar, sum vóru gjørdar á føroyska landgrunninum seinasta summar.
Arbeiðsskyldurnar, sum eru ásettar í loyvunum, fevna um 8 leitiboringar, seismiskar o.a. kanningar á einstøku loyvisøkjunum, umframt aðrar meira vísindaligar kanningar á landgrunninum sum heild. Skyldurnar við leitiboringum eiga at vera nóg mikið til at staðfesta um kolvetni finnast á loyvisøkjunum.
Eyðun Elttør vísti í røðu síni eisini á úrslitini frá oljuboringunum í fjør. -Um vit hyggja nærri eftir úrslitinum av boringunum í summar, mugu vit ásanna, at tað ikki gekst heilt sum væntað. Økini, sum frammanundan vóru mett at verða tey mest spennandi, vístu seg bert at innihalda smáar nøgdir av kolvetni. Hinvegin vóru munandi nøgdir av olju funnar í djúpari jarðarløgum, har vánirnar frammanundan ikki vóru mettar serliga góðar. Eg haldi, at fyri føroyska økið sum heild er umráðandi, at vit hava staðfest eina virkna kolvetnisskipan. Tá tað er sagt, so krevur oljufundurin hjá Faroes Partnership við Amerada Hess á odda, at bæði oljumyndugleikar og oljufeløg mugu endurskoða jarðfrøðiligu myndlarnar, ið lógu til grund fyri fyrstu leitiætlanunum.
Landsstýrismaðurin helt tí, at vit í fyrstu atløgu mugu vit rokna við, at úrslitini koma at seinka boringunum av komandi leitibrunnum á føroyska landgrunninum. Hetta nýtist tó ikki sum frálíður at verða ein vansi ella afturstig fyri føroyska oljuleiting. Havandi endamálið við oljuleitingini ? tað at finna olju og gass ? í huga, er tað ikki altíð avgerandi, nær brunnarnir verða borðaðir, men heldur at teir eru væl fyrireikaðir og boraðir í tey leitimiðini, ið hildin verða at geva størst møguleika fyri at finna olju ella gass.
Ásetingarnar í loyvunum um ymiskar vísindarligar kanningar kunnu hava stóran týdning fyri framtíðar oljuleiting á føroyska landgrunninum. Við loyvunum sum grundarlag hevur Jarðfrøðisavnið saman við loyvishavarunum tikið stig til eitt samtak ? nevnt Sindri ? har umleið 40 milliónir kr. skulu nýtast til ymsar jarðfrøðiligar og kanningartøkniligar verkætlanir komandi 5 ? 6 árini. Dentur verður serliga lagdur á verkætlanir, ið kunnu bøta um útlitini fyri oljuleiting á basaltøkjum.
Sum skilst verður virksemið á føroyska landgrunninum í nærmastu framtíð neyvan eins víðfevnt og føroyska vinnan hevði væntað. Hetta kann sjálvandi vera óheppið, men hinvegin skilja flestu fyritøkurnar, at luttøka í oljuvirksemi tekur tíð, og skal roknast sum ein íløga í framtíðina heldur enn løtuvinningur. Eg kann bara vóna, at tær fyritøkur, sum longu hava veitt vørur og tænastur til oljuvinnuna, søkja og fáa uppgávur aðra staðni, t.d. á bretska landgrunninum. Á tann hátt kunnu tær fáa royndir, sum koma teimum til góðar, tá størri virksemið tekur seg upp aftur á føroyska landgrunninum.
Annað loyvisumfar
Landsstýrismaðurin nam síðani við eitt møguligt annað loyvisumfar. -Fyri at halda eitt støðugt leitivirksemi, er vanligt aðrastaðni at hava nýggj útbjóðingarumfør við jøvnum millumbilum, t.d annað ella fjórða hvørt ár. Eisini vænta oljufeløg, tá tey fara undir leiting í nýggjum londum, at leitingarøki javnan verða boðin út, soleiðis at tey kunnu hava eitt støðugt virksemi.
Tað er ov tíðiliga at siga nær eitt nýtt loyvisumfar skal setast í verk í Føroyum. Í frágreiðingini verður nevnt, at tá 3 ár eru farin frá loyvisveitingini, skal støða takast til, um loyvishavarar, ið sita við 9 ára loyvum, ætla at halda fram við leitiboringum ella teir lata alt loyvisøkið aftur til myndugleikarnar. Eftir hetta, tvs. á heysti 2003, er rættiliga gott grundarlag fyri at meta um eitt nýtt útbjóðingarumfar. Roknast má við, at annað útbjóðingarumfar verður sett í verk í komandi valskeiði.
Tað er ikki óhugsandi, at oljufundurin hjá Faroes Partnership liggur tvørtur um landgrundsmarkið millum Føroyar og Bretland. Um so er, skulu føroyskir og bretskir myndugleikar gera eina avtalu landanna millum, sum m.a. skal gera av, hvaðani fundurin skal troytast, hvussu hann kann býtast, osv. Í hesum sambandi er umráðandi, at oljumyndugleikin mennir sín førleika, soleiðis at føroysk áhugamál kunnu liggja í tryggum hondum.
Um úrslitið av oljufundinum í summar ikki vísir seg at goyma rakstrarverdar nøgdir, fer tað at ávirka vónirnar til at finna olju í djúpari fláunum aðrastaðni á landgrunninum. Avbjóðing hjá oljumyndugleikunum verður tá at tryggja ein framhaldandi áhuga fyri føroyska økinum.
Kolvetnisráð
Í løgmansrøðuni 2001 verður víst á, at oljumálaráðharrin hevði ætlanir um at seta eitt kolvetnisráð at veita landsstýrinum og umsitingini góð ráð í samband við tær oljupolitisku avgerðirnar, sum skulu takast í sambandi við kolvetnisframleiðslu á landgrunninum. Henda ætlanin bygdi á, at vit høvdu ta fatan, at um olju og gass vórðu funnin í teimum leitimiðunum, ið størstar vónir vórðu settar til, ætlaðu loyvishavararnir undir framleiðslu sum skjótast. Oljufundurin hjá Faroes Partnership skal hinvegin kannast nærri, áðrenn støða verður tikin til møguliga framleiðslu. Tí segði Eyðun Elttør, at hann hevur gjørt av at bíða við at seta kolvetnisráðið. Hann heldur tó framhaldandi, at tað er týdingarmikið at skipa eitt tílíkt ráð í góðari tíð, áðrenn stórar oljupolitiskar avgerðir um leiðbygging og flutningskervi skulu takast.
Seinastu árini hevur nógv verið tosað um tey árin, ið ein oljuvinna kann hava á okkara samfelag. Øll samfeløg eru í støðugari broyting, og roknast má við, at oljuvinnan kann verða við til at skunda undir nakrar broytingar hjá okkum. Undan oljuskeiðunum, sum higartil hava verið, hevur verið mett um ta ávirkan, sum virksemið kann hava. Landsstýrismaðurin mælir tí til, at beinleiðis árinskanningar av oljuvirkseminum verða framdar, tá ymiskar oljupolitiskar avgerðir viðvíkjandi framleiðslu verða tiknar, tí ein møgulig ávirkan er tætt knýtt at sjálvum avgerðunum. T.d. er alstórur munur á samfelagsávirkanini, um vit velja at taka olju upp í Føroyum heldur enn at flyta hana til eitt grannaland. Samfelagsgranskingin sum heild eigur kortini at verða styrkt, soleiðis at kanningar kunnu verða settar í verk, sum eru ein fortreyt fyri at skilja tær broytingar, sum fara fram í einum og hvørjum samfelagi til eina og hvørja tíð.
Framtíðar avbjóðingar
Í sambandi við framtíðar avbjóðingar nevndi landsstýrismaðurin, at síðani oljukeldurnar bretsku megin markið vóru funnar í fyrru helvt av 90unum, hevur umfatandi leitivirksemi á Atlansmótinum ikki ført til væntaða úrslitið. Kortini vóru vónirnar til leitiboringar á føroyska landgrunninum stórar í oljuvinnuni sum heild, tí saman við onkrum boringum bretsku megin markið, vóru hesar boringar ætlaðar at troyta nøkur av teimum mest vónríku leitimiðunum, sum eru kortløgd á økinum seinastu árini.
-Við oljufundinum hjá Faroes Partnership kann sigast at oljuleiting á okkara leiðum stendur á einum vegamóti, har úrslitið av fundinum kann fáa stóra ávirkan á gongdina frameftir. Tá tað er sagt, eigi eg kanska eisini at siga, at fyristøðufelagið framhaldandi er vónríkt um fundin teir gjørdu seinasta heyst.
Í seinasta lagi í summar skal Faroes Partnership lata oljumálastðrinum frágreiðing, sum nágreiniliga skal lýsa boriúrslitið og hava eina ætlan um, hvørji tiltøk og arbeiði loyvishavarin vil seta í verk fyri at staðfesta, um farast kann undir framleiðslu av kolvetnum úr fundinum.
Um hesar metingar vísa, at lønandi framleiðsla kann spyrjast burturúr, fer tað at seta krøv um serliga vitan innan ávísar partar av tilfeingisumsitingini, t.d. jarðgoymsluverkfrøði, ið skal tryggja eina fullgóða troyting úr kolvetnisfundinum. Tá talan er um fullgóða troyting, kann verða lagt afturat, at tilfeingismyndugleikin og oljufeløgini ikki altíð hava somu áhugamál í hesum sambandi, og tí er umráðandi við slíkari serfrøði í umsitingini segði Eyðun Elttør í framløgurøðu síni.