Vónarinnar maður sum gjørdist einaræðisharri

Søgan um forsetan í Haiti, Jean-Bertrand Aristide, er ein moralsk frásøgn um, hvussu vald kann ávirka fólk. Mong av teimum, sum mettu hann sum tann karibiska Nelson Mandela, halda í dag, at hann líkist mest einum einaræðisharra

Árið í ár varð ætlað at vera eitt hátíðarár í Haiti, tí í ár eru 200 ár liðin, síðani tað lítla landið varð skipað sum heimsins fyrsta svarta lýðveldi.
Av røttum skuldi tann fólkavaldi forsetin, Jean-Bertrand Aristide, staðið uttan fyri forsetaborgina í høvuðsstaðnum Port-au-Prince og heilsa mannamúgvuni, sum skuldi fagna bæði honum og landsins stóra degi.
Men ístaðin er støðan ein heilt onnur. Forsetin er byrgdur inni og illa lýddur. Tey, sum finnast at honum, leggja hann undir einaræði. Brotsmenn hava valdið í einum stórum parti av landinum, og minst 50 fólk hava latið lív í samanbrestum og ófriði í gøtunum. Gamla hjálandaveldið Frakland umhugsar at senda hermenn til landið at fáa skil á.
Ein Mandela
Útlitini vóru tey bestu, tá Jean-Bertrand Arisitde kom til valdið í 1990 aftan á tað fyrsta demokratiska forsetavalið í Haiti. Hann fekk 67 prosent av atkvøðunum, so eingin setti spurnartekin við valið.
Jean-Bertrand Aristide hevði frammanundan arbeitt sum katólskur prestur ímillum tann fátæka partin av fólkinum. Hann hevði góðar taligávur og gjørdi nógv burtur úr at lýsa tey vánaligu viðurskiftini hjá teimum fátæku. Í honum sóu fólk eina vón um eina betri framtíð - ikki bara í Haiti, men í øllum Karibia. Hann var eitt slag av einum karibiskum Nelson Mandela.
Men skalt tú framat, skal onkur annar frá, og teir, sum sótu við valdið, vóru alt annað enn sinnaðir at lata prestin og atfinnaran sleppa framat. Bara sjey mánaðir aftan á forsetavalið í 1990 koyrdi herurin Jean-Bertrand Aristide frá.
Broyttist í USA
Hann flýddi til USA, men meðan hann var har, avdúkaði hann nakrar higartil ókendar partar av sínari persónsmensku. James Morell, sum er leiðari á Democracy Project í Washington, kom at kenna Aristide í 1992 og gjørdist skjótt ein av hansara ráðgevum. Men í dag er hann ein av teimum vónsviknu.
- Hann hevur framt brot á mannarættindini. Hann er vorðin ein einaræðisharri. Tá fólk gerast forsetar og ganga ímillum trygdarfólk dagin langan, kann tað ávirka tey. Tey tola ikki at verða nevnd tygara hátign, sigur James Morell.
Í amerikanska høvuðsstaðnum vóru tað harafturímóti mong, sum hildu tann frákoyrda haitiska forsetan vera ein úrmæling. Ja, hann varð so nógv avhildin har, at í 1994 gjørdi Bill Clinton, forseti, av at senda 20.000 hermenn til Haiti, og við góðkenning frá ST varð tann frákoyrdi forsetin settur aftur í embætið.
Men tá teir amerikonsku hermenninir vóru farnir heimaftur, fór tað at ganga niður á bakka hjá Jean-Betrand Aristide. Kortini fekk hann meiri enn 80 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum í 2000, og hann varð alt fyri eitt lagdur undir svik.
Mótmælini vundu upp á seg. Fátækradømið var tað sama, sum tað hevði verið. Sjálvur valdi forsetin at fáa sær egnar vápnaðar deildir. Nakrar teirra hava seinni svikið hann og eru nú við til at gera seg inn á sivilfólkið.
Avbyrgdur
Men Aristide er ikki einsamallur. Hann hevur sínar sameindu. Stjórnin hjá George W. Bush, forseta heldur hondina yvir honum. Hann plagdi at borga fyri tryggum viðurskiftum, USA hevur úr at gera aðrastaðni, og so er forsetin hóast alt formliga valdur. Tað hevur kortini ikki altíð forðað USA í at leggja uppí ymsastaðni, og aftan tjaldið eru tað mong, sum halda, at amerikanararnir í veruleikanum virka fyri at fáa Aristide frá.
Tað er nú ikki vist, at tað fer at loysa trupulleikarnar. Robert Fatton, sum er serkønur í viðurskiftunum á Haiti, sigur, at andstøðan í Haiti hevur ongan, sum er egnaður at taka við. Tí heldur hann, at tað frægasta hevði verið at skipa eina eindarstjórn, sum bæði Aristide og andstøðan eiga at manna. Hann væntar kortini ikki, at fólkið sjálvt er ført fyri at fáa eina slíka eind í lag, og at altjóða uppílegging tí kanska verður neyðug fyri at forða fyri sonnum ruðuleika í Haiti.
Ímeðan situr Aristide avbyrgdur í húsum sínum saman við konuni og teimum báðum børnunum. Prestagerningin hevur hann lagt frá sær, men forsetastarvið heldur hann fast um. Tað er helst eisini tað týdningarmesta, sum hann nakrantíð hevur havt.

0 Kelda: Berlingste Tidende