- Tórshavnar kommuna fer ikki at góðtaka, at landið fer at niðurlaga eldraøkið í Suðurstreymoy. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Hann sigur í viðmerking, at tað kemur ikki upp á tal, at landið skal sleppa at spara burtur búpláss og røktarstarvsfólk, samstundis sum kommunan og borgarar í høvuðsstaðnum leggja rygg til stórar íløgur á eldraøkinum ? ið enn er ein landsuppgáva.
Heðin Mortensen vísir á, at í seinastuni hava vit upplivað ein øvugtan Robin Hood politikk, har kommunur royna at skapa røktarheimspláss, meðan landið brýtur niðuraftur við tilvildarligum sparingum.
Heðin Mortensen sigur, at eldrapolitikk síggja vit einki til, og hann vísir á støðuna í Vági.
- Við einum lyfti frá landsstýrinum í rygginum hava fýra kommunur í Suðuroyar sunnaru helvt tikið lán og gjørt eina stóra íløgu í eitt nýtt ellis- og røktarheim. Lyftið gekk út uppá, at 24 eldri borgarar skuldu fáa pláss á heiminum, og at tilsvarandi tal av røktarstarvsfólkum skuldu koma í starv. Men hvat hendir? Jú, landsstýrið rennur undan sínum lyfti, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin í Havn roynir at vera upp á forkant. Hann sigur, at áðrenn spakin verður settu r í Boðanesheimið, vil hann sum borgstjóri í høvuðstaðnum sláa rimmar fast, at tey ikki fara at góðtaka, at landsstýrið niðurlagar eldraøkið í kommununi.
- Landið sleppur ikki at sløkkja ljósið hjá okkara eldru borgarum.