Vónin skal byggja høll til flótitrol

Trolvirkið Vónin hevur søkt Fuglafjarðar kommunu um eitt øki til at byggja eina stóra trolhøll á. Ætlanin hjá Vónini er at byggja eina høll til flótitrol. Høllin verður 100 metrar long og 16 metrar breið, skrivar Vikublaðið. Hæddin verður umleið 7,5 m upp til syllina.

Vónin ætlar at byggja høllina soleiðis, at tað ikki eru meiri enn 12 metrar til bryggjukantin, og at tað skal bera til at byggja ein bygning við síðuna av høllini.

Økið skal eisini hava parkeringspláss til einar 25 bilar.