Vónin um at hoyra nakað gott

Sum ein av fáum fyritøkum í Føroyum hava starvsfólkini á trolvirkinum Vónin í Fuglafirði møguleika at hoyra Guds orð - í arbeiðstíðini!
- Eg haldi, at fólk eru sera positiv til hetta, sigur Jógvan S. Jacobsen sum er ein teirra, sum hevur hesar andaktirnar.

Fuglafjørður: Á einum trolvirki sum Vónin í Fuglafirði er altíð úr at gera hjá starvsfólkunum. Kortini er neyðugt at hava steðgir av og á.
Ein av hesum steðgum er løtan fyrrapart, tá kaffi er á skránni. Her hittast tey øll til eitt gott prát allar dagar í viku.
Fríggjadag er kortini ein serstøk løta, tí eftir kaffisteðgin hevur fólkið møguleika at verða við til eina andakt í matstovuni.
Tað eru starvfólkini sum sjálvi hava tikið stig til hetta og sum skiftast um at bera Guds orð fram. Og líkt er til, at fólk eru fegin um hetta.
- Hetta við tí andaliga lívinum er ein partur av mínum gerandisdegi. Eg havi tí gott av at hoyra tað her á arbeiðsplássi mínum.
- Og eg veit, at mong av hinum starvsfólkunum siga tað sama, sigur fuglfirðingurin, Jógvan S. Jacobsen, ið er innkeypari á Vónini.
Hann hevur sjálvur fleiri av hesum andaktum, saman við fólkum úr øðrum samkomum.
 
Gott kaffiprát
Hetta við andaktunum á Vónini er ikki nýtt tiltak. Tað munnu vera eini 6-7 ár síðani at farið varð undir at hava regluligar andaktir í kaffisteðginum fríggjadagar.
Hugskotið til hetta spratt fram í samtaluni millum fleiri av starvsfólkunum á fyritøkuni: - Hevði tað ikki verið eitt gott hugskot at havt regluligar andaktir í arbeiðstíðini?!
- Onkur helt fyri, at ein tosaði um so mong ymisk viðurskifti í einum slíkum kaffisteðgi. So, hví ikki tosa eitt sindur um tey andaligu tingini?!
- Tá stjórin varð spurdur um hetta, var hann beinanvegin við uppá tað. Og soleiðis bar tað til at vit fingu andaktirnar í lag, og at tær framvegis verða hildnar, sigur Jógvan S. Jacobsen.
Nevndur varð møguleikin at hava tær í endanum av kaffisteðginum ein ávísan dag í vikuni, og tá hetta var greitt byrjaðu andaktirnar.
Í dag eru hesar andaktirnar vorðnar ein partur av dagsskránni á virkinum. Og undirtøkan hevur eisini verið framúr góð til andaktirnar.
 
Eingin mótstøða
Tað er ikki heilt vanligt at hava slíkar andaktir á virkjum og í fyritøkum her á landi.
Ein natúrligur spurningur til Jógvan í hesum sambandi er tí, um hvørjar reaksjónir hann fekk frá fólkinum til hetta stigið:
Var nøkur mótstøða at hóma? Ella kanska yptir akslar?
- Nei, sigur Jógvan. - Her hevur eingin mótstøða verið!
- Her hevur einki øvugt orð verið sagt um hetta. Eg haldi, at teimum dámar tað væl, tí eg havi bara hoyrt gott um tað, sigur hann.
  
Sama reiðarí
Hetta við andaktunum á Vónini er ikki nakað ein ynskir at krógva. Runt í fyritøkuni hanga nevniliga seðlar, sum siga frá degi og tíðspunkti fyri andaktunum.
Skipanin við andaktunum er hon, at kaffisteðgurin fríggjadag byrjar sum vanligt kl. 9:45.
Tá klokkan so gerst 10 fer tann, ið skal hava andaktina á føtur og bjóðar hinum vælkomnum, og so er andaktin í gongd.
Teir eru fleiri sum skiftast um at hava hesar andaktirnar. Teir koma úr ymiskum samkomum.
- Men hetta er ikki nøkur forðing, tí vit eru allir úr sama reiðaríi!, sigur Jógvan brosandi.

 
Geva afturljóð í hjartanum
Andaktirnar á Vónini vara vanliga einar 10 minuttir og eru rættiliga fjølbroyttar í innihaldi:
Onkur lesur upp eina andakt sum hoyrir til dagin, meðan onkur annar velur at lesa úr Bíbliuni og hugleiðir so um tey. Ofta verða tikin fram evni sum hava við havið og sjólívið at gera - ein boðskapur sum gevur afturljóð í hjørtunum á mongum teirra, sum hava við sjógvin at gera.
Andaktin endar við eini stuttari bøn, har ein leggur land og fólk og  virkið í Harrans hendur.
At fólkini á virkinum er fegin um hesar andaktirnar kann Jógvan bara staðfesta: Um andakt ikki hevur verið eina viku av einihvørjari orsøk, so fær Jógvan beinanvegin spurningar um hví tað er so.
- Hetta vísir best, at fólk eru sera positivt innstillað til hesar andaktirnar, sigur Jógvan.