Tríggir dystir vóru í Premier League í gjárkvøldið. Tað vóru nummar fimm, seks og sjey, Manchester United, West Ham og Liverpool, sum vóru í eldinum, móti ávikavist Crystal Palace, Watford og Everton.
Øll trý liðini elta Arsenal, sum í løtuni liggur á fjórða plássi, og tey mugu tí halda á at vinna, í vónini at okkurt av liðunum omanfyri fer at stetla, nú einans fýra umfør eru eftir av ensku fótbóltskappingini.
Manchester United vann 2-0 á Crystal Palace. Eitt sjálvmál av Damien Delaney gjørdi, at Manchester United lá á odda longu eftir 4 minuttum og tað mundi stilla nervarnar hjá monum, bæði spælarum og fjepparum. Í seinni hálvleiki staðfesti Matteo Darmian sigurin, tá hann í 55. minutti skoraði til 2-0.
West Ham vann ein tryggan 3-1 sigur á Watford. Andy Carroll legði West Ham á odda longu eftir 11. minuttum og tvey brotsspørk syrgdu fyri, at West Ham lá á odda 3-0 tá ein lítil tími varð spældur. Mark Noble skoraði bæði brotsspørkini, tað fyrra í 45. minutti, beint fyri hálvleik, tað seinni í 53. minutti.
Í 64. minutti minkaði Sebastian Proedl um munin til 3-1 og móti dystarenda fekk Watford so eitt brotsspark. Troy Deeney megnaði tó ikki at skora. Í síðstu sekundunum fekk Nordin Amrabat hjá Watford sítt seinni gula kort í dystinum og varð tí útvístur.
Á Anfield vann Liverpool ein tryggan 4-0 sigur á grannunum úr Everton. Divock Origi og Mamadou Sakho skoraðu stutt fyri steðgin, meðan Ramiro Funes Mori byrjaði seinna hálvleik við eini ljótari takling móti Divock Origi. Teir máttu báðir av vøllinum; Mori, tí hann fekk reyða kortið og Divock Origi á børu. Í hansara stað kom Daniel Sturridge og tað tók ikki langa tíð, so hevði hann skorað til 3-0. Philippe Coutinho stroyddi eyka glans yvir úrslitið við einum skoti frá brotsteigarmarkinum til 4-0 í 76. minutti.
Úrslitini hava við sær, at Manchester United nú hevur 59 stig, West Ham 56 og Liverpool 54 stig. West Ham og Manchester United hava tó spælt 34 dystir, meðan Liverpool hevur spælt 33.Oman fyri tey liggur Arsenal á fjórða plássi við 60 stigum eftir 33 dystir og nummar trý er Manchester City við 61 stigum eftir 34 dystir.
Leicester er enn á odda við 73 stigum fyri 34 dystir og aftan fyri teir liggur Tottenham við 68 stigum fyri 34 dystir.
Aðrastaðni í Evropa hevur Barcelona svara kritikkarunum aftur. Seinastu vikurnar hava úrslitið ikki verið eftir vild hjá spanska stórfelagnum, men í dag vóru leikararnir í veitsluhýri. Barcelona vann heili 8-0 á útivølli móti Deportivo La Coruna. Luis Suarez skoraði fýra mál og legði upp til trý. Argastu kappingarneytarnir vunnu tó eisini, Atletico Madrid vann 1-0 á útivølli móti Athletic Bilbao, meðan Real Madrid vann 3-0 á Villarreal í Madrid. Støðan er tí óbroytt í oddinum, eitt stig skilir Barcelona á 1. plássi frá Real Madrid á 3. plássi. Fýra umfør eru eftir at leika.