Vónin vil veksa uppaftur meira í altjóða høpi

Fyri 40 árum síðan byrjaðu nakrir fáir mans at arbeiða trol í Fuglafirði. Í dag er fyritøkan ein av størstu útbjóðarum av sínum slagi í Norðuratlantshavi við virksemi í fleiri londum. Saman við RFG í Noregi hevur Vónin ein árligan umsetning upp á 320 miljónir krónur. – Okkara mál er at veksa enn meira í altjóða høpi, sigur stjórin á Vónini, Hjalmar Petersen

Vinnuting

Seinasta fríggjadag skipaði Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri vinnutingi, sum felagið hesaferð helt á Vónini í Fuglafirði.
Felagið hevur skipað fyri fýra vinnutingum í ár, har í fyrsta lagi limirnir í felagnum hittast at fáa nøkur ”input”.
Í fleiri ár hevur felagið eisini skipað fyri einum árligum vinnufundi, sum seinast varð hildin í Løkshøll í Runavík 22. apríl í ár, har eini 120 vinnulívsfólk, politikarar og onnur lýddu á framløgurnar.

Tríggir fyrilestrar
Tað var Rodmundur Nielsen, formaður í Eysturoyar Vinnulívsfelag, sum beyð vælkomin í Fuglafirði fríggjadagin.
Fyrstu framløguna hevði stjórin á Vónini, Hjalmar Petersen, sum í stuttum greiddi frá virkseminum hjá felagnum, bæði heima og úti.
Næstu framløguna hevði Tummas Eliasen, stjóri í Lív og í íløgufelagnum Royndini. Hann greiddi frá eftirlønartryggingum og um pensjónskapital í vinnulívi.
Eftir framløguna hjá Tummasi, var ein lítil steðgur, og triðju framløguni stóð Páll Isholm, deildarstjóri og blaðstjóri, fyri.
Saman við Sansir, har Høgni Rasmussen er stjóri og eisini var við á fundinum, verður nú arbeitt við útgávu av einum vinnublað, sum fer at kallast ”Vinna”.
Tað eru eisini Sansir, sum standa fyri útgávuni av ”Kvinnu”.
Páll Isholm, sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein, segði, at eitt av endamálunum hjá Vinnu verður at geva vinnulívinum eitt betri grundarlag at taka avgerðir á.
Eftir hesar tríggjar framløgurnar, sum mundu taka tað mesta av tveimum tímum, var rundvísing á trolvirkinum Vónini.
Vit fara í blaðnum í dag at siga eitt sindur um tað, sum stjórin á Vónini, Hjalmar Petersen, segði.
Í øðrum bløðum í vikuni fara vit at venda aftur til framløguna hjá Tummasi Eliasen og Páll Isholm.

Byrjaði í smáum
Í stuttum kann sigast um søguna aftanfyri Vónina, at henda fyritøka, sum byrjaði við nøkrum fáum monnum fyri 40 árum síðan, í dag er ein av teimum stóru veitarunum av trolum, trolreiðskapi og nótum í okkara parti av heiminum.
Hjalmar Petersen segði, at tað vóru teir, sum í 1969 stóðu aftanfyri keypið av skipinum Vón, sum í 1971 byrjaðu trolvirksemi í Fuglafirði.
Í 1975 byrjaði trolvirkið í Havn, og í 1989 byrjaði virksemið í Ný Foundlandi.
Skipshandilin í Havn varð keyptur í 1992, og í 2002 byrjaði virksemið í Nuuk.
Nýggjur virkisbygningur varð bygdur í Havn í 2003, og í 2006 keypti Vónin 40% av trolvirkinum Berginum í Hvalba.
Hjalmar vísti á, at árið 2006 var eitt hendingarríkt ár hjá Vónini, tá felagið eisini hetta árið keypti trolvirksemið hjá Royal Greenland, umframt at felagið sama ár keypti 22% av Hampiðjan Group í Íslandi.
Í 2008 fusioneraðu Vónin og RFG í Noregi, har norska felagið hevur fleiri virkir norður eftir norsku strondini.
Hjalmar Petersen segði, at tað seinasta, sum er hent í ognarviðurskiftunum hjá Vónini, er, at teir, sum stovnaðu P/F Føroya Trol í Vestmanna, í ár komu innaftur í felagið.
- Her komu nakrir burturvilstir menn aftur, sum hann skemtandi tók til.
Stjórin vísti á, at tað serliga vóru umstøðurnar í fiskivinnuni, sum viðvirkaðu til, at Føroya Trol, ið mest fekst við botntrol, góvust.
- Tað er trupult við tveimum konkurerandi virkjum á sama øki, og tá er ringt at tjena pening, segði hann.
Hjalmar Petersen segði, at tó at Vónin er eitt stórt felag her heima í Føroyum og um okkara leiðir, er hetta eitt lítið felag í altjóða høpi.
- Men vit hava ætlanir um at veksa uppaftur meira í altjóða høpi, legði hann aftrat.
Við tí virksemi, sum Vónin hevur og við samstarvinum við RFG í Noregi, telist felagið í dag millum størstu veitarar í Norðuratlantshavi.
Arbeitt verður í tøttum samstarvi við vinnulívið, soleiðis at bestu úrslitini kunnu spyrjast burtur úr, bæði hvat viðvíkur verandi reiðskapi, nýggjari menning og tøkni innan reiðskap og eitt nú skiljiristir.
Málbólkurin hjá Vónini er í fyrsta lagi trolarar, nótaskip og alivinna, men felagið bjóðar eisini know-how í tekniskum og praktiskum spurningum innan hesar vinnur.
Undir síni framløgu vísti Hjalmar Petersen eisini fleiri myndir av virkisbygningum heima og úti, sum Vónin eigur ella eigur part í, og soleiðis sóu vit eisini teir fýra bygningarnar, sum felagið hevur í Grønlandi – úr Nuuk í suðri til Umanak í norði, umframt teir sjey, ið felagið saman við RFG hevur í Noregi.

Skynsom veiða
Stjórin gjørdi eisini burtur úr arbeiðnum og samstarvinum, sum felagið hevur við vinnuna og ráðgevandi myndugleikar um skiljirist til eitt nú rækjur og svartkjaft.
Hjalmar Petersen vísti soleiðis á týdningin við burðardyggari veiði, har skiljirist er ein týðandi partur í ávísum veiðum.
Hann nam eisini við menningararbeiði, sum hevur til endamáls at verja botnin.
- Roynt verður soleiðis at fáa fulla úrtøku úr eini trolskipan, har lemmarnir ikki ganga eftir botninum, samstundis sum trolið kortini gongur eftir botni.
Hann ásannaði, at enn kunnu teir á Vónini ikki siga, at henda trolskipan við lemmunum uppi í sjónum fiskar líka væl, sum tá lemmarnir fylgja botninum.
- Avbjóðingin er, at sjálvt trolið fær botnkontaktina, samstundis sum lemmarnir hanga uppi í sjónum. Vit eru ikki ordiliga farnir á marknaðinum við hesum enn, tó at vit síggja, at aðrir eru, legði hann aftrat.
Hjalmar Petersen segði, at fyritøkan hevur teldustýrd forrit, sum kunnu tekna trol og trolskipanir, samstundis sum til ber at simulera í brunni, hvussu trol og lemmar ganga. Á henda hátt ber eisini til at gera royndir við eitt nú skiljirist.
Stjórin nevndi eisini nakrar av stóru keyparunum av reiðskapi hjá Vónini, sum eitt nú eru heimsins størsti trolari, ið er 144 metrar langur og lastar 8.000 tons. Í sama viðgangi nevndi hann stóru verksmiðjutrolararnar hjá Thor í Hósvík, Poseidon og Athenu, sum nú er til umbyggingar í Kina – og nýggja skipið, sum gøtumenn lata byggja fyri Trónd í Gøtu.

Stórur umsetningur
Árligi umsetningurin hjá Vónini og RFG er samanlagt 320 miljónir krónur, og bara útflutningurin hjá Vónini í Føroyum stendur fyri 93 miljónum krónum.
- Lønarútgjaldingarnar bara í Føroyum eru 22 miljónir krónur um árið, men tá er hetta bert ein partur av samlaðu lønargjaldingunum, tá felagið hevur stórt virksemi í øðrum londum kring um okkum, segði Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini.