Týsdagin var reisigildi í Vestmanna.
Tað var nýggja brandstøðin, sum varð reist og stóð við sum ein nakin skrokkur av stáli og Merkinum í húnarhátt har uppi í Miðalsbrekku, heilt ovarliga í bygdini.
Og gongst sum ætlað, verður tað longu seinni í ár at sløkkiliðið í Vestmanna sleppur at flyta inn í nýggju brandstøðina.
Tað er ein serlig støða, sum ger, at vestmenningar nú byggja nýggja brandstøð.
Brandstøðin í Vestmanna liggur niðri við sjóvarmálan, men so søkti Rógvi Nielsen, maskinsmiðjur, um at fáa støðina til maskinverkstað.
Afturfyri skuldi hann byggja nýggja brandstøð til sløkkiliðið og hann letur sostatt hús fyri hús.
Brandstøðin, sum tey hava nú, er 13 ferðir 20 metrar til støddar, ella tilsamans 260 fermetrar.
Nýggja støðin er heldur størri, 13 ferðir 26 metrar, ella tilsamans 338 fermetrar stór.
- Samstundis verður hon betri og høgligari innrættað enn tann gamla er, sigur Fríðálvur Bláhamar, brandmeistari í Vestmanna.
Í hesum sambandi fáa tey betri umstøður at halda skeið í nýggju støðini, men eisini køkurin verður øðrvísi.
- Vit hildu, at skulu vit byggja nýtt, eiga vit eisini at gera tær ábøtur, sum eru ynskiligar.
Meirkostnaðin av at byggja støðina størri og at broyta hana innan, rindar kommunan. Talan er
um 400.000 krónur, men ein partur av tí er eisini brúktur til ábøtur á økið rundanum støðina.
Gott at liggja fjarskotin
Men liggur brandstøðin nú niðri við sjóvarmálan, gjørdi kommunan av, at nýggja brandstøðin skuldi byggjast heilt har uppi í bygdini, í Miðalsbrekku.
Brandmeistarin er ikki ónøgdir við, at nýggja støðin liggur uppi í Miðalsbrekku og tað eru hinir sløkkiliðsmenninir heldur ikki.
- Gamla støðin liggur væl fyri niðast í bygdini. Men her uppi í Miðalsbrekku er gott pláss rundanum støðina. Samstundis koma vit at liggja beint undir liðini á maskinverkstaðnum hjá kommununi, so tá ið brúk er fyri tí, er stutt yvir á verkstaðið at fáa nakað gjørt.
- Samstundis fer kommunan at gera vegirnir til og frá støðini betri, so at tað verður lættari at sleppa til og frá.
Fríðálvur Bláhamar sigur, at teir ráðførdu seg eisini hjá sløkkiliðnum í Havn, sum eisini er flutt niðarligar úr Havnini, niðan undir Oyggjarvegin og tað hava teir ikki verið annað enn nøgdir við.
Hann sigur, at tað er ein fyrimunur at vera eitt sindur fjarskotin.
- Niðri við sjóvarmálan vóru vit til framsýning og tað savnaðist altíð nógv fólk, hvørja ferð, vit høvdu skeið, ella okkurt annað var.
Her uppi eru vit eitt sindur meiri fyri okkum sjálvar. Leggur hann afturat.
Harafturat skerst ikki burtur, at nógvir av sløkkiliðsmenninir eru í yngra endamum og nógvir av teimum búgva sostatt í nýggja býlinginum á Miðalsbrekku, rundanum støðina og sostatt er skjótt at savna fólkið á støðini.
Í løtunu eru 17 mans knýttur at sløkkiliðnum. Tríggir fáa eina ávísa fasta samsýning og hinir fáa løn, hvørja ferð, teir møta upp.
Har, sum fólk flest eru savnað um dagin, er í skúlanum og teir hava eisini ansað eftir, at tað verður líka skjótt í skúlan úr nýggju støðini, sum tað er av teirri gomlu.
Venja saman
Brandmeistarin sigur, at sløkkiliðið í Vestmanna er sera væl fyri við útgerð, tí kommunan hevur raðfest sløkkilið frammaliga.
- Vit hava nógva nýggja útgerð. Tað seinasta, vit hava fingið, er ein nýggjur bjargingarbátur, men vit hava eisini fingið nýggjar pumpur.
Sløkkiliðið í Vestmanna røkir eisini Válin.
- Men vit hava eisini samstarv við sløkkiliðið í Kvívík, er kemur eldur í Kvívík, verða vit eisini boðsendir og øvugt.
- Vit hava eisini gott samstarv við sløkkiliðini í Vágum. Í hesum sambandi eru felags venjingar fýra ferðir um árið fyri sløkkiliðnum í Kvívík, í Vestmanna, í Sandavági, í Miðvági, í Sørvági og á Flogvøllinum.
Hann heldur, at hesar venjingarnar eru ógvuliga gevandi, tí teir læra hvønn annan at kenna og tað er mennandi at vera saman við øðrum sløkkiliðsmonnum.