Vænta at óttin fyri ateta laks fer at hæsa av

Hesar seinastu dagarnar eru fólk í summum londum í Evropa fullkomiliga hildin uppat at keypa laks. Men væntandi er, at hetta fer at hæsa av

Laksur og eiturevni


? Í summum londum eru fólk heilt hildin uppat at keypa laks.
Tað sigur Finn Rasmussen á Landshandlinum, sum selir ógvuliga nógvan laks kring um í heiminum.
Hann sigur, at úrslitið av kanningini sum amerikanskir vísindamenn kunngjørdi í farnu viku, hevur havt ógvuliga stóra ávirkan á tey á marknaðin.
? Í summum londum er talan um fullkomiligt samanbrota marknaðin um, sigur hann.
Hann sigur, at serliga í Suðurevropa, í Fraklandi og í Spania, hevur reaktiónin verið ógvuslig og í hesum báðum londum eru fólk at kalla hildin uppat at keypa laks, síðani kanningin varð almannakunngjørd.
? Kanningin hevur verið ummrødd bæði í sjónvarpi og í bløðunum í hesum londum og reaktiónin kom alt fyri eitt, sigur hann.
Hann sigur, at hetta hevur ført við sær, at fleiri bíleggingar eru afturkallaðir í Suðurevropa.
Hann sigur, at fólk eru fult greið yvir at dioxin er eitt tað vandamesta eiturevnið, sum yvirhøvur er til og tí eru tey fullkomiliga hildin uppat at keypa laks.
Hinvegin tykist tað ikki sum um at danir eru ávirkaðir av kanningini, tí har hava fólk keypt laks sum vanligt.
?Onkur keypari í Danmark hevur biðið um upplýsingar um laksin, eitt nú, hvat fóður hann hevur fingið.
Kortini sigur hann, at keypararnir vænta, at hetta fer at hæsa av aftur og at tað ganga nakrir dagar, so fara fólk aftur at keypa laks.
Um tað so fer at fáa nakra ávirkan í longdini, er ilt at siga, men fer sølan at minka nøkur prosent av hesum her - og fer hon at minka nøkur prosent, hvørja fer ein matvørugøla stingur seg upp - ja so er tað eitt vandamál.
Allastaðni verður nú bíðað í spenningi eftir, hvussu marknaðurin fer at vera teir komandu dagarnar.

Rakar allan laks
Hinvegin sigur Finn Rasmussen at fyri fólk er ein laksur ein laksur og óttin fyri at eta laks, rakar sostatt allan laks.
?Allur laksur er raktur av hesum, um hann so kemur úr Føroyum ella hann kemur onkra aðrastaðni frá.
Hetta rakar sostatt eisini laks úr Noregi og øðrum londum.
? Í tíðindunum, sum hava verið frammi í ymsum londum, er ikki so nógv gjørt burturúr, at føroyskur og skotskur laksur skal vera serliga illa eitraður, men fyri brúkaran er ein laksur ein laksur.
Hann at føroyingar eiga at taka hendan trupulleikan í størsta álvara.
Og hann ivast ikki í, at í longdini er keyparin sinnaður at at betala meiri fyri eina ódálkaða vøru.
? Tað er marknaðinum, sum vit liva av og vit eiga at taka øll krøv frá marknaðinum í fullum álvara. Keypararnir seta størri og størri krøv til dygd. Teir krevja at fáa meiri og meiri at vita um tann mat teir eta. Og samstundis sum fólk sum heild hugsað meiri og meiri um umhvørvið. Tí ivist eg ikki í, at í longdini hevði tað loyst seg at arbeitt fyri at havt eina so ódálkaða vøru sum gjørligt, sigur Finn Rasmussen.
Hinvegin heldur hann ikki, at tað hjálpir nógv hjá einstøkum alibrúkum at minka nøgdina av eiturevnum í laksi, tí tað kann vera sera trupult at fáa laks frá einstøkum alibrúkum marknaðarførdan sum nakað serligt. Tí heldur hann, at trupuleikin má takast upp sum heild og viðgerast undir einum.