Yvirgangur
Árni Joensen:
Yvirgangsserfrøðingar í amerikansku stjórnarumsitingini siga, at enn er ov tíðliga at siga, um tær tríggjar atsóknirnar í Jemen, Kuwait og Indonesia hava nakað samband hvør við aðra, men felags fyri tær er, at felagsskapurin al-Qaeda er settur í samband við allar tríggjar atsóknirnar.
? Atsóknirnar eru í hvussu er eitt tekin um, at viðhaldsmenn hjá Osama bin Laden eru framvegis førir fyri at søkja at amerikanskum og vesturlendskum áhugamálum, segði ein av teimum amerikansku serfrøðingunum í gjár.
Enn hevur eingin átakið sær ábyrgdina av teirri blóðugu atsóknini á Bali, men indonesiskir og avstralskir myndugleikar hava illgruna til felagsskapin Jemaah Islamiyah, sum hevur samband við al-Qaeda.
Summir serfrøðingar halda, at teir seinastu bandupptøkurnar við Osama bin Laden og næstovasta hansara Ayman al-Zawahiri kunnu tulkast sum ein áheitan um at seta fleiri yvirgangsatsóknir í verk.
Upptøkurnar, sum vórðu almannakunngjørdar í arabiska sjónvarpinum al-Jazeera herfyri, fingu amerikansku myndugleikarnar at herða tilbúgvingina bæði í sjálvum USA og á amerikansku sendistovunum kring heimin.