Vænta eitt gott ár í ár

Fiskiskapurin eftir gulllaksi higartil í ár man hava verið ein hin besti, sum menn vita um at siga

Fiskivinna

 

Tað hevur gingið sera væl hjá leirvíkstrolarunum, Polarhavi og Stjørnuni, at fiska gulllaks higartil í vertíðini í ár.

Skipini hava fiskað út við 3.000 tons av gulllaksi, síðan tey fóru undir hesa vertíðina í apríl í ár. Fiskurin er lagdur upp í Saltangará og er virkaður á Tavuni í Leirvík.

Hjá Sjóborg í Leirvík siga tey, at gongst restina av hesi vertíðini, sum tað hevur gingið higartil, er ikki óhugsandi, at skipini koma at fiska meira enn 5.000 tons av gulllaksi í ár.

- Útlit eru til, at hetta verður besta árið í nøgd hjá okkara skipum, síðan gulllaksaveiðan byrjaði í 1990/1991 við gomlu skipunum, sum tá vóru nýggj, siga tey hjá Sjóborg í Leirvík.

Ein stórur partur av gulllaksaframleiðsluni verður seldur í Noregi, og nú norska krónan er lág, er prísurin fyri ráfiskin og lidnu vøruna kanska ikki so góðum, sum hann kundi verið, um hesi viðurskifti vóru øðrvísi.

- Men hetta er eitt sera gott íkast hjá okkara skipum, og henda veiða, sum tilsamans seks av okkara frægastu partrolarum eru um, sparir eisini upsastovnin í hesi vertíðini.

Gulllaksaprísurin, sum skipini hava fingið í hesi vertíðini, er 3,25 krónur fyri kilo.