Vænta nógvan vind í vikuni

Eitt rák av útnyrðingi við kaldari luft og ælum liggur yvir okkum. Mánadagin og týsdagin fara fleiri brúgvaløg framvið av vestri. Síðani kemuur eitt rák av kaldari luft og ælaveðri av vestri.

 

Veðrið í dag

Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein vestan og eitt skifti makar í lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s. Út á náttina øtlar hann aftur vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin um dagin um 7 stig, um náttina niður í 2 stig.

 

Í morgin

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, men út á dagin skýggjað og nógv regn. Um náttina klárar í, men framvegis ælaveður. Hitin alt samdøgrið um 9 stig.

 

Týsdagin

Hann øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðru og útsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifti møguliga upp í skrið, 18 m/s. Um náttina hækkar hann í ein vestan og øtlar vindin í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Skýggjað og sum frá líður nógv regn, men móti morgni klárar í, men framvegis ælaveður. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.

 

Mikudagin

Hann makar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, og um náttina niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin um dagin um 9 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, um náttina turt, men yvirhøvur skýggjað. Hitin alt samdøgrið um eini 8, 9 stig.

 

Fríggjadagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Turt, men skýggjað og hitin um 8 stig. Um náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn og mjørki í støðum. Hitin um 9 stig.