Væntar fund hesa vikuna

(Ljóðbrot): Formaðurin hevur vanliga 18 tíma freist at kalla inn til fund, sigur Bill Justinussen.

 

Tað er nátúrligt at meirilutin hevur formannin í fíggjarnevndini, sigur Bill Justinussen. Hann hevur í dag, saman við Bárði á Steig Nielsen, Jacobi Vestergaard og Kristini Michelsen, heitt á Rutt Vang um at kalla til fund í fíggjarnevndini. Fyrsta mál á skrá á fundinum skal vera formansval.

 

- Tað hevur stóran týdning at hava formanssessin, tí formaðurin er tann, sum skipar arbeiði. Hann kann tí í nokk so stóran mun ávirka, hvussu gongdin er við teimum løgtingsmálum, sum liggja í nevndini, sigur hann við FM 1 og vísir á, at í fíggjarnevndini liggja heilt nógv mál, hvørs freist er farin, og bróðurparturin av teimum, eru mál, sum andstøðan hevur lagt fram.

 

- Tað er soleiðis, at samgongan heldur fast um maktina og snarar arbeiðinum til fyrimunar fyri teimum uppskotum, sum tey sjálvi standa aftanfyri, og andstøðan má so taka til takkar við at koma í aðru røð. Hetta er nakað, sum kann broytast við at skifta formannin út, sigur Bill Justinussen.

 

- Sum løgtingslimir kunnu vit ikki finna okkum í, at tað verður gjørdur munur á teimum málum, sum liggja í nevndunum, sigur hann.

 

Hann sigur, at vanliga hevur formaðurin 18 tíma freist at kalla inn til fund og tí væntar hann, at fundur verður hildin hesa vikuna. Við KVF segði Rutt Vang tó í kvøld, at hon fer ikki at kalla inn til fund, so leingi sum tað setir formanssessin hjá samgonguni í fíggjarnevndini í vanda.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Bill Justinussen.