Løgmaður letur væl at samgongusamráðingunum í løtuni. Hann væntar, at á midnátt er eitt samgonguskjal komið undir land - Lagið á samráðingarfólkinum er gott, og tað ætli eg mær at brúka konstruktivt, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Hann fær enn ikki sagt, um tað verður egg ella ungi.
- Um øll 17 eru innstillaði upp á hetta og vilja tað, so eydnast tað eisini, sigur løgmaður.
Hann væntar, at eitt samgonguskjal er komið undir land á midnátt.
Jòannes Eidesgaard segði við Rás2 klokkan 18, at trupli knúturin við Sandoyartunlinum, nú er loystur. Hann vildi tó onki siga um, hvussu hetta málið er loyst.
Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, peikar framvegis á løgtingssamtyktina frá desember í fjør, sum sigur, at arbeiðið at gera tunnilin skal byrja 1. november 2009.