Vænti somu nevndarsessir

- Eg gangi bara út frá, at eg eri partur av valbólkinum hjá samgonguni. Hvussu verður við fíggjarnevndarsessinum veit eg ikki, men eg rokni bara við, at eg varðveiti sessin i vinnunevndini, sigur Heini O. Heinesen

Tað hevur verið eitt ivamál, hvar Heini O. Heinesen hevur flotið í politiska hylinum seinastu tíðina. Men hann slær fast, at hann altíð hevur verið tjóðveldismaður, og at hann framvegis er partur av Tjóðveldi.

- Eg havi stuðlað samgonguni fult út. Tað var bara í hesum málinum um niðurskurð í fiskidøgum, at eg havi atkvøtt ímóti. Men uppskotið á 50 prosent niðurskurð var ein rein provokatión, og eg kenni einki til, at Tjóðveldi hevur broytt fiskivinnupolitikk, sigur Heini O. Heinesen.

Tað hevur ljóðað, at Tjóðveldi ynskti at skifta bæði Heina O. Heinesen og Páll á Reynatúgvu út í fíggjarnevndini, og eftir øllum at døma skal flokkurin nú geva anan sessin í teirri nevndini frá sær. Men tað er Heini O. Heinesen ikki so ógvuliga keddur um.

- Øll vita, hvørji størstu áhugamálini hjá mær eru í politikki. Og tað at sita í nevnd, ger bara tingarbeiðið strævnari. Men vinnumál hava altíð havt mín størsta áhuga, og sjálvt um tað ikki hevur verið tosað um nevndarsessirnar í Tjóðveldi mær vitandi, so gangi eg bara út frá, at eg varðveiti sessin í vinnunevndini, sigur Heini O. Heinesen.

Hann heldur tað vera neyðugt at nevndarlimirnir hava gjølla vitan um tey mál, sum nevndin skal viðgerða, og hann ivast ikki í, at hann í so máta er kvalifiseraður at sita í vinnunevndini.

 

Ikki broyta í fleng

Málið, sum hevur skapt rumbulin millum Heina O. Heinesen og restina av Tjóðveldi, er sum kunnugt skerjingin í talinum av fiskidøgum.

- Allir flokkar hava sitið í samgongu síðani vit fingu skipanina við fiskidøgum. Og tað hevur ikki verið broytt nakað munandi upp á skipanina. Men tað sigur seg sjálvt, at skal broyting gerast í vinnupolitikkinum, so má hon gerast í samráð við vinnuna, sigur Heini O. Heinesen.

Ein 20% niðurskurður í fiskidagatalinum hevði verið alt ov nógv, heldur Heini O. Heinesen, og tað hevði ført til, at ein stórur partur av flotanum hevði ligið.

- Vit skulu ikki fara eftir fiskidøgunum fyri at minka um veiðitrýstið. Fiskidagar, sum ikki verða brúktir, fornerma onga hýsu, sigur tingmaðurin úr Kunoy.

Trupulleikin við veiðitrýstinum er sambært Heina O. Heinesen, at ov nógv veiðiloyvir eru í skipanini.

- Eg havi orðað við línumenn, um tað ikki ber til at leggja tvey skipa saman, men trupulleikin er, at ov stór skuld er í skipunum, og skulu tvey línuskip leggjast saman í eitt, verður skuldin so stór, at bankarnir ikki vilja verða við, sigur Heini O. Heinesen.

Kunoyartingmaðurin helt annars, at hann kundi fáa broytingaruppskotið ígjøgnum í samgonguni, tí sambært honum vóru tað eisini onnur í Tjóðveldi sum hildu, at 20% niðurskurður var ov mikið.

 

Ikki tosað við flokkin

Men hóast turbulensin í Tjóðveldi í løtuni, so slær Heini O. Heinesen fast, at hann framvegis er tjóðveldismaður, og at hann framvegis er partur av samgonguni.

- Mær vitandi hevur ikki verið tosað í flokkinum um býti av nevndarsessum, so man fær at síggja, hvussu tað verður, sigur Heini O. Heinesen.

Hann hevur ikki verið á fundi í flokkinum síðani 10% niðurskurðurin varð atkvøddur ígjøgnum av honum saman við andstøðuni.

- Tá teir kallaðu inn til kreppufund aftan á atkvøðugreiðsluna, helt eg tað var ikki rætt av mær at fara við á tann fundin, og síðani tað, havi eg ikki verið í Havn. So eg havi ikki verið á fundi í flokkinum eftir tingfundin fríggjadagin, sigur Heini O. Heinesen.

Hann dylir ikki fyri, at andstøðan hevur bjóðað honum týðandi nevndarsessir, um hann fer í valbólk við teimum. Men tað fer hann ikki. Í fyrstu syftu í hvussu er.

- Eg eri partur av samgonguni. Og eg rokni við einum sessi í vinnunevndini. Og so fær man at síggja, sigur Heini O. Heinesen.