John Johannessen
Kassadáman í P. A. Restorff í Havn var einsmøll í handlinum, tá ein ungur maður um tíggju tíðina hóskvøldið kom inn, rætti henni ein svartan posa og bað hana fylla allan peningin úr kassanum í posan.
Kassadáman visti ikki, at maðurin var vápnaður, og noktaði hon tí í fyrstu atløgu at geva honum peningin. Men tá maðurin undan jakkanum tók fram eina avsagaða byrsu og hótti við at skjóta, kundi hon ikki gera annað enn at geva honum peningin.
Upphæddin, ið var í kassanum, var 10.000 krónur. 800 av hesum vóru myntir, meðan restin vóru seðlar og ein kekkur.
Tá maðurin fór avstað aftur úr handlinum, tók hann eina patrón úr lummanum og legði fyri kassadámuna. Hann segði, at hesa skuldi hon eiga. Sambært løgregluni kann hetta fatast sum ein hóttan.
Kriminalløgreglan hevur fá spor at ganga eftir í málinum. Eingi onnur vitni enn kassadáman hava sæð mannin inni í handlinum. Men kassadáman hevur hóast skelkin frá tilburðinum greitt løgregluni frá, at talan var um ein heilt ungan og klænan mann.
Maðurin var í myrkabláðum jakka við hettu. Hettuna hevði maðurin á høvdinum, og fyri at fólk ikki skuldu kenna mannin, hevði hann eina húgvu niður yvir andlitið.
Tá maðurin fór út úr handlinum, var tað eingin, ið sá hann. Myrkt var úti og ljósið í handlinum gjørdi, at kassadáman ikki sá, hvagar maðurin fór, tá hann fór avstað aftur.
Á middegi í gjár hevði løgreglan kortini fingið at vita frá fólkum í grannalagnum, at tey høvdu sæð ein ungan mann longur uppi í brekkuni, eitt sindur omanfyri handilin. Tey høvdu lagt til merkis, at maðurin brádliga fór rennandi oman móti handilinum, men gjørdu tey sær ikki størri far um hetta.
Løgreglan heitir á fólk, sum halda seg vita okkurt um tilburðin, um at siga sær frá sum skjótast.