Vápnahvíld í Filipsoyggjunum

Stjórnin í Filipsoyggjunum og teir muslimsku uppreistrarmenninir har suðuri í landinum samdust í dag um ein vápnahvíldarsáttmála, og við hesum eru vónir um at fáa enda á tí 40 ára langa borgarakrígnum, sum hevur kostað umleið 100.000 mannalív.

Ætlanin er at fáa ein varandi friðarsáttmála við at lata teimum syðru oyggjunum avmarkað sjálvstýri, og sambært vápnahvíldarsáttmálanum skal tað arbeiðið avgreiðast innan fýra ár.

Har suðuri í Filipsoyggjunum er meginparturin av fólkinum muslimar. Meirilutin í landinum eru kristin.