Vápnahvíldin sigur fyri Hamas

Hamas sigur, at av teimum 1.300, sum doyðu í ísraelska átakinum í Gaza, vóru 48 Hamas-limir. Hernaðarligi vongurin í Hamas heldur uppá, at Ísrael noyddist at ganga við til vápnahvíld, sjálvt um ísraelska innrásin í Gaza ikki hevði rokkið sínum máli.

Tí metir Hamas vápnahvíldina sum ein sigur. Ísraelska herleiðslan sigur harafturímóti, at málið við innrásini var rokkið. Hamas sigur, at rørslan misti 48 vápnaðar limir í ísraelska álopinum. Minst 1.300 palestinar hava latið lív, síðani ísraelsku álopini byrjaðu, og onnur 5.300 eru særd.