Várkonsert við ungum stjørnum

Leygardagin fara næmingar úr tónleikaskúlunum kring landið, saman við lærarum sínum, at hava konsert í Listaskálanum

Musikkskúlanæmingar úr Havn, Fuglafirði, Klaksvík, Vágum og av Sandi, fara saman við lærarum úr Musikkskúlunum, at hava konsert í Listaskálanum.
Tað er ókeypis atgongd til konsettina, sum verður  leygardagin 27. mars klokkan 16.00 í forhøllini í Listasavni Føroya í Gundadali.
Ungu tónleikararnir eru millum 8 og 18 ára gamlir..
- Vit hava roynt at funnið nýggj talent fram, sum vit rokna við at koma mynda ein part av føroyska tónleikalívinum í framtíðini, sigur Martin Mouritsen, musikkskúlaleiðari.
Yngsti næmingurin, ið er við á hesari konsertini, er 8 ára gamla Birgit Sivertsen úr Klaksvík, sum hevur spælt violin síðani skúlársbyrjnan í fjør.
Skráin hjá hesum ungu er fjølbroytt, eitt nú framføra tey einleik á ymisk ljóðføri, so sum blokkfloytu, floytu, klaver, violin og trombone.
Ein messingkvintett úr Havn verður eisini við. Teir eru, Dávur Magnussen, trombone, Niklas Mouritsen, waldhorn, Tróndur Herason Olsen, trompet, Glenn Samuelsen, tuba og Kenneth Jones, trompet.
Tónleikurin vit fara at hoyra er eftir tónaskøld úr barokktíðini, teirri klassisku- og romantisku tíðini, nevniliga Bach, Handel, Hook, Chopin, Debussy, Fauré, Bizet og Brahms.
Lærarar í musikkskúlaskipanini skipa fyri konsertini, og tað er Katja Volevelskja, ið er tónleikalærai í Havn og í Eysturoynni, sum er ?primus motor? til hetta tiltakið.
Hini ungu, ið fara at vísa síni kynstur í Listaskálanum leygardagin eru: Katarina við Skipá, floytu, Merry Eyð Jacobsen, violin, Høgni R. Hansen, blokkfloytu og Elin R. Hansen, floytu.
 Andrias Olsen, klaver, Heiðrun Petersen, violin, Mathias og Sanna Kapnas, klaver og violin, Oluf Dam, klaver, Kamilla Ravnsfjall, floytu, Kristina Dalsgarð, klaver og Heini og Martin Mouritsen, trompet og klarinet.