- Vóru væl betri enn teir

Eftir toppdystin í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti fingu vit orðið á Bartal Eliasen hjá ÍF. Hann var sera væl nøgdur við sigurin ímóti Mjølni henda dagin.

- Vit eru væl betri enn teir í dag, so sigurin er fult uppiborin. Vi leggja trýst á teir í okkara servum, og hetta gevur teimum trupulleikar. Blokkurin hjá okkum stendur eisini sera væl í hesum dystinum, og tað er ógvuliga avgerandi í einu slíkum dysti. Nú sær gott út í oddinum, men FM er als ikki komið í hús enn. Vit hava spæl fleiri fimm settarar í ár, so alt kann henda enn, staðfesti Bartal eftir sigurin.