Vóru vónbrotnir og so vunnu teir

U-16 landsliðið, søgan:

Fyrstu ferð føroyingar spældu ein unglingalandsdyst var í august 1973. Ta ferðina talan um eitt U-18 landslið. Mótstøðuliðið á gamla vøllinum í Gundadali var Ísland, sum vann spennandi uppgerðina 2-1. Føroyskur málskjútti var Petur Andreasen, sum í mong ár var ein av álitismonnunum á KÍ liðnum. Í fyrsta minuttinum eftir steðgin javnaði hann til 1-1 við framúr langskoti, sum sat dygst undir samankomingini. Íslendingar skoraðu sigursmálið í 84. minutti.

Fyrstu ferð føroyingar royndu seg í U-16 landsdysti var 17. juli í 1976. Sum so manga aðra ferðina tey fyrstu árini, so Ísland eisini mótstøðuliðið ta ferðina. Dysturin var í Gundadali, og Føroyar vunnu 1-0. Einasta málið ta ferðina skoraði Mikkjal Danielsen upp á brotsspark í 68. minutti.

Sigurin, sum var tann fyrsti yvirhøvur móti Íslandi, kendist serliga søtur. Fótbóltsdeildin hjá FSF hevði stríðst fyri at sleppa upp í part í NM kappingini fyri U-16 landslið, sum árið frammanundan hevði verið fyriskipað á fyrsta sinni. Teir billaðu sær inn, at tað fór at eydnast at sleppa upp í part.

Johan Nielsen var venjari, og hann og dreingirnir tóku uppgávuna í sera stórum álvara. Teir høvdu fyrireikað seg hvørt vikuskifti síðani heilt tíðliga á árinum. Tí var vónbrotið stórt, tá tíðindini bórust, at Føroyar ikki fingu høvi at taka lut. Orsøkin var tann, at hini londini mettu, at mótstøðan, sum føroysku dreingirnir fóru at megna at geva, fór at verða ov lítil.

Føroysku dreingirnir spældu ein dyst. Hann var ímóti Íslandi, sum var við í NM kappingini. Tað er ikki ilt at ímynda sær, at føroysku dreingirnir vóru sera uppsettir.

Teir, sum vóru við í fyrsta U-16 landsdystinum og harvið fyrsta sigrinum á Íslandi yvirhøvur, vóru Reynhold Isaksen, GÍ - Heðin Askham, HB, Mikkjal Danielsen, MB, Jógvan Gregersen, GÍ - Finnur Hansen, HB, Albert Ellefsen, MB, Arnhold Johansen, Skáli, Páll Gregersen, GÍ, Ólavur Biskupssøð, KÍ - Helgi Olsen, HB, Hans Sørensen, TB.

Í 2. hálvlei9ki kom Birgir Hansen, HB inn fyri Hans Sørensen. Á beinkinum sótu Per Strøm, TB, Magni Dybzak, KÍ - Hans Jákup Poulsen, HB og Dánjal Jarnskor, GÍ.

Summir av hesum spælarum vóru í mong ár við í fremstu røð. T.d. kunnu vit nevna allar gøtumenningar, Heðin Askham og Helga Olsen úr HB, og so miðvingarnar báðar. Mikkjal Danielsen taldist ímillum stuðulsspælararnar á fyrsta landsliðnum hjá Páll Guðlaugsson, og Albert Ellefsen hevur gingið á odda sum ungdómsvenjari har vesturi.

Onkrir, sum høvdu góð evnir, góvust tíðliga, m.a. tí teir fóru burtur. Ein av hesum var Ólavur Biskupsstøð úr KÍ. Hann fór til Skips og spældi tískil lítið í 1. deild. Í dag er hann skipari á størsta trolaranum í flotanum. Hann eitur Næraberg.vindur og veður,

ávirkan hevur

og sítt krevur.


Í 1899 teir nýggja kirkju byggja

fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,

slíkt kann ei á láni liggja.


Og nú gott hundrað ár á rað

hevur hon verið og er framvegis tað

stað

har deknur lesur lestur

ella tænari er prestur.

Har tú á hvørjum halgidegi

í sorg sum í gleði

kann finna linna

ugga, og megi

í Harrans orði

og við altarborðið.

? ? ?

Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,

sum tóku hesu mongu umrøddu stig,

vit lýsa yvir teimum Guds frið.

Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,

sum hildu áfram í teirra anda,

sum vanligt er her til landa.

Latum okkum saman standa

og kirkju okkara verja

mót øllum, ið á hana herja

og vilja boðskap hennara skerja.

? ? ?

29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,

móti tað óivað onkran undra,

at kirkjan ikki helt føðingardag,

men hetta kom tíanverri ikki í lag,

orsøkir vóru av ymiskum slag.


Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda

vit mong í Hattarvík lenda

at minnast dagin henda.


Vit leggja serliga merki

til hetta frálíka listarverkið,

gávuna stórbæru,

kirkjuni til heiðurs og æru,

altartalvuna, ið kórveggin prýðir,

har skapanin í huga fram stígur.


Øll góð ynski um Guðs signing.

Hjartaliga tillukku.





Erland Beder