Úrslitini hjá íslendska landsliðnum í EM hava bergtikið flest allar fótbóltsfjepparar. Stórur áhugi er eisini í Føroyum fyri íslendska landsliðnum, her tað tykist, at føroyingar veruliga hava tikið teir til sín.
Serliga hevur tað verið sjónligt í Vágsbotni, har hundraðtals føroyingar, íslendingar og onnur hava savnast at stuðla landsliðnum, meðan dysturin hevur verið vístur á stórskíggja.
Nú verður so aftur høvi at uppliva íslendska EM-ævintýrið á stórskíggja í Vágsbotni, tá Ongland og Ísland spæla klokkan átta í kvøld. Televarpið boðar nevniliga í dag frá, at tey hava avgjørt at seta skermin uppaftur til dystin í kvøld, ið byrjar klokkan átta í kvøld.