V. U. Hammershaimb – faðirin at føroyska skriftmálinum

25. mars er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Tá er móðurmálsdagur

Tá løgmansembætið í Føroyum varð niðurlagt í 1816, sat Jørgen Frants Hammershaimb í hes­um starvi við bústaði á Steig í Sandavági. Hann hevði lyfti um at sleppa at búgva á garð­inum til sín doyggjandi dag, og her varð Vencelaus Ulri­cus Hammershaimb borin í heim í 1819.

 

Vencil var ikki meira enn ársgamal, tá pápin doyði í 1820, og so mátti mamman flyta við soninum og eini dóttur, sum hjúnini eisini áttu.

 

##med2##

 

Í 1822 fluttu tey av Steig­ini til Havnar, har tey fingu innivist hjá ommuni í móð­irætt í Nýggjustovu. Drong­urin lærdi at lesa hjá abba sínum hinumegin Gongina, V. U. Hammershaimb eldra, sum var fúti, og at skriva hjá Jens Davidson, skrivara á amtsskrivstovuni.

 

Í 1831 fór V. U. Hammers­ haimb til Danmarkar at fáa sær útbúgving; hann tók studentsprógv í 1839 og skrivaði seg so inn á Lærda Háskúlan í Keypmannahavn, har hann fór undir at lesa gudfrøði.

 

Frá 1800 og úteftir var romantikkurin galdandi mentanarrørslan. Fyri tey, sum vóru hugtikin av hesum, var móðurmálið at kalla heil­agt. Fornari tað var, hægri varð tað mett.

 

Í slíkum mentanarum­hvørvi kom V. U. Hammers­haimb at sita lestrarár síni. Hann las gudfrøði, men áhugin fyri forna norrøna málinum var stórur. Hann var nógv saman við íslendsk­um studentum, sum lósu í Keypmannahavn, og viðgitni danski forminnisgranskarin Svend Grundtvig gjørdist vinmaður hansara. Tað er einki at ivast í, at øll hesi viðurskifti fingu hann at seta sær fyri at gera okkurt munagott føroyskum máli og bókmentum at frama.

 

Í 1847 tók hann gudfrøð­isprógv, men ikki fyrr enn í 1855 fekk hann prestastarv heima í Føroyum. Hann varð tá settur í prestaembætið í Norðstreymoy við sæti á Kirkjuteigi í Kvívík. Sjey ár seinni – í 1862 varð hann sett­ur í próstaembætið og flutti tá inn á Nes at búgva.

 

Hann sat í hesum starvi til 1878, tá hann aftur flutti úr Føroyum niður til Dan­markar, har hann varð sett­ur í starv í Lyderslev. Hetta starvið hevði hann í 20 ár, og eftir hann legði tað frá sær, flutti hann til Keypmanna­havnar, har hann doyði í 1909.

Steðgaði á at skriva

Tá Hammershaimb í 1855 gjørdist sóknarprestur í Før­oyum, kundu vit væntað, at nú fór hann at sita so væl fyri, at hann kundi lata nógv skrivligt tilfar úr hondum. Men hann var so ovbyrjaður av prestastarvinum, at lítið kom burtur úr bókmenta­ virki. Ikki fyrr enn í 1884 kom skrivligt verk aftur á prenti frá hansara hond. Hetta var týðingin av »Føroyingasøgu«, sum nú kom við teirri rætt­skriving, hon hevur havt í útgávum síðani.

 

Og so koma vit til høvuðs­verk hansara. Tað var »Sam­fund til udgivelse af gam­mel nordisk litteratur«, sum heitti á Hammershaimb at skipa fyri útgávu av einum savni av føroyskum bók­mentum.

 

Úrslitið var »Færøsk An­thologi I og II«, sum arbeitt varð við í árunum 1886 ­ 1891. Hammershaimb fekk góða hjálp í arbeiði sínum; eitt var tað, at hollir vinmenn í Danmark stuðlaðu og sýndu áhuga, men størsta týdning hevði tað, at hann fekk køna hjálp frá landsmanni sínum Jakob Jakobsen (1864 – 1918), sum um hetta mundið las við Lærda Háskúlan í Keyp­mannahavn. Jakob Jakobsen evnaði til alt seinna bind (orðasavnið), greiddi frá bygdamálum og hjálpti til at skipa mállæruna um.

 

Tíðin millum 1800 og 1900 var stór broytingartíð í Føroyum á at kalla øllum økjum. Politiskt henda stór­hendingar um miðja øld, vit fingu vinnuligan framburð við øktum fólkatali og broyttari samfelagsskipan í kjalarvørrinum, og á ment­anarøkinum fóru eisini koll­veltandi broytingar fram. Vit fingu skipaðan fólkaskúla settan á stovn, og skriftmál­ið kemur í fasta legu. Alt er sostatt búgvið til ta stóru tjóðskaparvekingina sein­asta 25­ára skeiðið av øldini.

 

kelda: snar.fo