V4 roknaði skeivt?

Útvarpið hevur lovað eykavinningar í V4, tí V4 fyllir 50 ár hendan mánaðin. Men tey hava roknað skeivt, viðgongur stjórin. V4 fyllir »bara« 40..

Útvarpið lýsir við eykavinningum í sambandi við, at V4 í november fyllir 50 ár. Eykavinningarnir eru fimm ferðir 10.000 krónur.

Men V4 fyllir kortini bara 40. Fyrsti V4-dráttur var 29. november 1969

Søgan um V4 er tann, at fyrsti V4 drátturin var hin 29. november í 1969. Soleiðis fyllir V4 »bara« 40 ár 29. november.

Í vikuni fyri leygardagin 29. november í 1969 samtykti løgtingið endaligt at geva Útvarpi Føroya loyvi til serskilda happadráttin, og girokortið við V4 seðlinum ? sum kostaði fimm krónur - varð sent í hvørt hús í Føroyum.

Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, viðgongur, at tey hava gjørt ein roknifeil ? og at hann verður rættaður.

Fjøruti ára dagurin hjá V4 er fyrsta sunnudag í advent.