Vælferð og ríkisfelagsskapur

Í mong ártíggju hevur verið eitt reiðiliga gott, pragmatiskt samarbeiði millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.

Tað, sum hevur knýtt flokkarnar saman, man hava verið, at teir hava somu grundleggjandi hugsjónina um hitt einstaka menniskja, og at politikkur í stóran mun snýr seg um at geva tí einstaka menniskjan so góðar umstøður í samfelagnum sum møguligt. Hesin hugburður hevur afturspeglað seg í tí sosialpolitikki, sum førdur hevur verið her á landi seinastu fimti árini.

At Javnaðarflokkurin fyri at leggja sjógv millum seg og flokkin upp undir valini hevur roynt at givið sær sjálvum æruna fyri øll tey sosialu framstigini, sum hend eru, mugu vit bara taka fyri tað, tað er; eisini tí freistingini er lætt at falla fyri.

Í komandi árum stendur føroyska samfelagið eins og onnur samfeløg um okkara leiðir yvir fyri eini stórari avbjóðing. Hvussu fara vit at tryggja tí alsamt vaksandi talinumav gomlum ein tryggan og mannsømandi aldurdóm? Okkara flokkur er ein sosialt sinnaður flokkur, sum gongur inn fyri at reka ein aktivan sosialpolitikk. Tað merkir millum annað at vit vilja virka fyri at hækka pensiónirnar, so tey eldru og brekaðu fara at merkja, at tey fáa peningaliga rúmari ræsur.

Higartil hava heimastýrisflokkarnir verið samdir um, at ríkisfelagsskapurin er ein fyritreytin fyri, at okkara skúla-, heilsu- og almannaverk er á einum forsvarligum stigi. Men nú hava bæði Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin slept sínum stuðli til ríkisfelagsskapin og eru farnir yvir á tann veingin, sum vendir øllum samstarvi við Danmørk bakið. Teir eru báðir vorðnir loysingarflokkar og eru fúsir at kvitta ta aldargomlu samvinnuna, sum verið hevur. Sambandsflokkurin stendur sostatt einsamallur sum garantur fyri, at vælferðin í føroyska samfelagnum verður tryggjað í komandi tíð.

Tað skolar ein bylgja av misnøgd við danir útyvir land okkara í hesum døgum. Henda misnøgdin kann lætt føra við sær, at óbótandi skør koma í samarbeiðið landanna millum. Nývalda umboðJavnaðarfloksins á Fólkatingi sveik givin lyfti við formansvalið og gjørdi harvið donsku floksfelagar sínar til láturs. Tað var vorðið sum tøkk fyri sjeytifimm ára samstarv millum danska og føroyska Javnaðarflokkin. Men harum teir.

Tað, sum misnøgd føroyinga botnar í, er tann stóra skuldin, sum teir flokkar, sum regjørdu í her á landi 1985-88, settu Føroya fólk í. Tað átti væl ikki at undrað nakran, at danir, eftir at Føroyar vóru farnar á húsagang, settu treytir við fyri at yvirtaka okkara uttanlandsskuld upp á 7 mia. kr. Men helst munnu teir sameindu loysingarflokkarnir ikki vera av somu uppfatan. Ella kanska fortreingja teir tann veruleikan, at tað vóru teir sjálvir, sum vóru upprunin til ta vanlagnu, okkum hevur verið fyri seinastu tíggju árini. Tevilja vaska sína døkku samvitsku av sær við at kvitta við danir her og nú.

eingin ivi man vera um, at vanligi føroyski borgarin kortini hugsar nógv djúpari enn so. Hann veit, at tað nyttar einki at renna undan ábyrgdinit mugu rinda tað, ið vit skylda. Síðani kunnu vit frítt hyggja eisini danir inn í eyguni og halda fram við tí góðu samvinnu, vit hava havt við teir í nógvar øldir.


Eilif Samuelsen