Tað er eitt stórt fyrireikingararbeiði at halda stevnu og fáa eina skrá lagda, sum boðar frá øllum teim mongu tiltøkum, sum eru á slíkum stevnum, ja tað er mangt, bæði fyri børn, ung og tilkomin, sum møguleiki er at fara til. Tøkk skulu tey hava, sum skipa fyri.
Fríggjakvøldið verður vanliga byrjað við onkrum tiltøkum, og leygardagin verður so sjálv stevnan sett. Kappróðurin byrjar beint eftir setanina, og er tað líkasum tá, at stevnan byrjar av álvara.
Veðrið, sum vit sjálvsagt einki kunnu gera við, er sera viðkomandi fyri, hvussu ein stevna eydnast. Er veðrið gott, so kemur alt annað av sær sjálvum. So er bert at vóna, at tað verður gott veður.
Føroyingar, landsmenn! Hvar tit koma saman,
lat? okkum samlast til gleði og gagn:
lat? okkum tala við skemtun og gaman,
lat? okkum upplíva Føroya lands sagn
(S. M. Zachariasen)
Vágbingar ynskja øllum stevnugestum at vera hjartaliga vælkomnir á Jóansøku við vón um eina góða stevnu.
Jógvan Krosslá
Býráðsformaður