Vælnøgdur debutantur

HB málverjin Teitur M. Gestsson, leikti sín fyrsta dyst nakrantíð á føroyska landsliðnum í kvøld.

21 ára gamli HB málverjin, Teitur Matras Gestsson fekk eina góða byrjan á sína landsliðskarrieru, tá Føroyar í kvøld vann 4-1 á Gibraltar.

 

Málverjin, ið av álvara fekk sítt gjøgnumbrot í Effodeildini í fjør, tá hann bleiv valdur til ársins málverja, er væl nøgdur við dystin.

 

-      Tað er ein góð kensla aftaná dystin. Eg eri stoltur av at hava umboða føroyska a-landsliðið fyri fyrstuferð, og ein sigur ger tað bara betri.

-      Eg eri eisini væl nøgdur við liðavrikið. Vit vóru stóran part av dystinum á bóltinum. Vit skora 4 mál og koma eisini fram til nógvar aðrar málmøguleikar, umframt at vit brenna straffi. Í verjupartinum halda vit teimum eisini frá kjansum, fyri tað mesta av dystinum.

 

 Teitur M. Gestsson spældi fyrra hálvleik, meðan B36 málverjin, Tórður Thomsen spældi seinna hálvleik. Teitur er eisini væl nøgdur við sítt egna avrik.

 

-      Eg hevði ikki so nógv at gera í dystinum. Málið teir fingu var eitt hornaspark, har ein leikari kom at standa ógvuliga fríður, men samanumtikið eri eg væl nøgdur við mítt egna avrik.

 

Tískil kann staðfestast at Føroyar so dyggiliga hava megnað at hevnt 3-0 tapið móti Gibraltar fyri 3 árum síðani.

 

Føroyar spæla sín seinna dyst á venjingarleguni mikudagin. Tá er mótstøðuliðið Malaga, ið dagliga spælir í bestu sponsku deildini.