Vælumtókta quiz´in "Av Skipanesi til Æðuvíkar" við 8 lokalum liðum, ið kappast innan allar møguligar kategoriir verður aftur á skránni í Løkshøll í Runavík í ár.
Innleiðandi umførini verða hóskvøldini 10. apríl og 24. apríl.
Í seinnapartssendingini úr Runavík prátaði Rás2 við Trygva Mortensen, og John Andersen um hesa serligu quiz´ina, og tikið var eisini lut um hvør skal møta hvørjum í teimum innleiðandi umførunum.
Tað ber til at hoyra prátið og lutakastið við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI.