Vænta at Apple fer at framleiða elbilar

Sjálvt um Apple ongantíð alment hevur sagt seg vilja framleiða elbilar, so væntar bilaídnaðurin, at Apple verður millum størstu framleiðarar.

 

Tilgjørd mynd av einum komandi Apple bili

Tesla verður um nøkur ár ein av heimsins størstu elbilaframleiðarum, meta toppstjórar í bilaídnaðinum. Men Apple verður ein avgjørdur kappingarneyti, spáa somu toppstjórar.

Sjálvt um tøknirisin ongantíð sjálvur hevur sagt tað, so er tað ikki uttan orsøk, at mett verður, at Apple fer at framleiða bilar.

Tað halda teir 915 samtaksstjórarnir og onnur fólk á tindunum innan bilaídnaðin, sum er spurd í eini árliga ”Global Automotive Survey”, ein frágreiðing hjá KPMG.

Hesi leiðandi fólk innan bilaídnaðin vænta, at Tesla í 2030 veðrur nummar fýra av størstu elbilaframleiðarum aftan á Tesla, sum framvegis verður tann størsti, og síðani Audi og BMW.

 

 

Tilgjørd mynd av einum komandi Apple bili