Væntandi koma fleiri skip við trol-og garnafiski

Í løtuni er eingin av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir fara útaftur, tá tað viðrar

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa. Skipini fáa eisini nakað av hvítfiski.

 

- Flestu partrolarapør koma inn at landa í vikuni, sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Eitt par er á gulllaksaveiði.

 

- Ein djúpvatnstrolari er vestanfyri og fær mest av blálongu. Ein fiskar svartkalva, og ein fiskar tosk og svartkalva.

 

Sagt verður, at allir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í næstu viku.

 

Í løtuni er eingin av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir fara útaftur, tá tað viðrar.

 

- Trý garnaskip fiska svartkalva, og skipini hava brúkiligan fiskiskap. Øll koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.