Tíðindaskriv:
Sandavágs Talvfelag otaði seg eitt hálvt stig aftrat frá kappingarneytanum Havnar Telvingarfelag í sjeynda umfari í landskappingini í talvi sunnudagin. Trý stig eru nú á muni, og trý umfør eru eftir. Í 2. deild eru kollfirðingar á odda, í 3. deild vestmenningar, og í fjórðu deild stevna suðuroyingar upp í hægri deild.
Tann heilt stóri spenningurin merkist ikki í 1. deild í ár. Sandavágsmenn stevna trygt fram á leið. At Rógvi Egilstoft bara fær verið við í einstøkum dystum tykist ikki at bila hjá teimum. 3-1 móti B-liðnum hjá Havnini mundi vera nøktandi úrslit hjá oddaliðnum.
Hjá meistaraliðnum úr Havn munaði tepri sigurin á Klaksvík B ov lítið, ætla teir at fáa oddaliðið aftur. Trý remis kundu bent á, at tað yvirskot, sum krevst hjá vinnandi liði, er ikki har í ár. Uttan Helga Dam Ziska verður møtimikið hjá Havnar Telvingarfelag at standa seg í kappingini við Sandavágs Talvfelag.
Spenningurin, sum trýtur í toppinum, er afturímóti í botinum. Har stendur nú á jøvnum millum B-liðini hjá Sandavági og Klaksvík.
Við frálíkum sigri sunnudagin togaði A-liðið hjá Klaksvík seg upp úr deyðavatni, og nærkast nú A-liðnum hjá Havnini.
1. deild - 7. umfar
Havnin (B) - Sandavágur (A) 1 - 3
Elias Petersen - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1
Petur G. Magnussen - Jón í Horni Nielsen 1 - 0
Flóvin M. Tummasarson - Silas Eyðsteinsson 0 - 1
Margar Berg - Torkil Nielsen 0 - 1
Havnin (A) - Klaksvík (B) 2½ - 1½
Luitjen A. Apol - Haldur S. Johansen 1 - 0
Martin Poulsen - Wille Olsen ½ - ½
Carl Eli Samuelsen - Ingolf Gaard ½ - ½
Sjúrður Thorsteinsson - Rani Nolsøe ½ - ½
Klaksvík (A) - Sandavágur (B) 3½ - ½
Ólavur Simonsen - Bernhard Augustinussen 1 - 0
Rani Baldursson - Jón Atlason ½ - ½
Heðin Gregersen - Ingi Wiberg 1 - 0
Terji Petersen - Johnny Petersen 1 - 0
1. deild (støðan)
1. Sandavágur 20½
2. Havnin 17½
3. Klaksvík 15
4. Havnin (B) 12
5. Sandavágur (B) 9½
6. Klaksvík (B) 9½
Kollfirðingar cruisa
Sjálvt um oddaliðið heldur óvæntað tapti sunnudagin, so tykist eingin vandi vera á ferð hjá kollfirðingum, sum hava toluliga tryggja leiðslu.
Tann annars so tryggi akkersmaðurin hjá kollfirðingum setti frúnna í deyða í ódramatiskari støðu, og so fór aldursforsetin á annars blaðungu havnarmanningini avstað við sigrinum fyri bæði borð og dyst.
Toftir hevur framvegis góðan møguleika at fáa kollfirðingar aftur, men so skal vend kom í, og fleiri stig á kontuna í hvørjum dysti, sum eftir er.
2. deild - 7. umfar
Kollafjørður - Havnin (B) 1½ - 2½
Árant Djurhuus - Jaspur T. Gaard 0 - 1
Rógvi Mørkøre - Lisa J. Xin 1 - 0
Markus Jacobsen - Brestir Samuelsen ½ - ½
Ingi Højsted - Herbert Holm Johannesen 0 - 1
Toftir - Rókur 2½ - 1½
Andrias Danielsen - Kim Durhuus 1 - 0
Bogi Ziska - Gunnar Joensen 1 - 0
Jógvan I. Hansen - Benni Poulsen ½ - ½
Jón Magnus Joensen - Fróði Zachariassen 0 - 1
Klaksvík - Havnin (A) 2 - 2
Tummas M. Sólsker - Heiðrikur Jacobsen 0 - 1
Einar Gregersen - Øssur Joensen 1 - 0
Rógvi H. Olsen - Jóannes Guttesen ½ - ½
Mannbjørn Anthoniussen - Poul Poulsen ½ - ½
2. deild (støðan)
1. Kollafjørður 17½
2. Toftir 15½
3. Klaksvík 15½
4. Havnin (B) 14½
5. Havnin (A) 13
6. Rókur 8
Spenningur í 3. deild
Hørð kapping stendur um uppflyting í 2. deild.
Vestmenningar eru á odda, men kollfirðingar eru í hølunum á teimum. Vinna kollfirðingar 2. deild og flyta upp í bestu deildina, so er her eitt gylt høvi hjá teimum at varðveita sætið í næstbestu deildini og sostatt hava lið í báðum fremstu deildunum.
Vestmenningar vilja í sínum lagi sjálvsagt longur fram, og munnu tí vera altráir at vinna í ár, so at teir aftur kunnu ferðast í heldur hægri luftløgum.
3. deild - 7. umfar
Vestmanna - Kongshavn 2½ - 1½
Samson Højgaard - Eyðun Lamhauge 1 - 0
John Jacobsen - Rúni Jacobsen ½ - ½
Jón Mikkelsen - Mainhard Danielsen ½ - ½
Jóhan Vørmadal - Jens á Líknargøtu ½ - ½
Gøta - Sandavágur 2 - 2
Reinhold Isaksen - Hans Kári Hansen 1 - 0
Petur Páll Mikkelsen - Hjalti Petersen ½ - ½
Jákup F. Joensen - Torkil Petersen 0 - 1
Andrias Gøthe - Jamil Emil Jacobsen ½ - ½
Kollafjørður - Klaksvík 3 - 1
Bernhard Thomsen - Hanus á Lógv (e) 1 - 0
Karl M. Dahl - Hanus á Lógv (y) ½ - ½
Virgar Fagraklett - Bogi á Kósini ½ - ½
Signar Kristiansen - Leif Anderssen 1 - 0
3. deild (støðan)
1. Vestmanna 17½
2. Kollafjørður 16½
3. Kongshavn 14½
4. Sandavágur 14½
5. Gøta 12½
6. Klaksvík 8½
Suðuroyingar á odda
Fremstu liðini í báðum bólkunum, sum hava kappast í 4. deild, eru nú í einum finalumfari í nýggjari 4. deild - hinir eru fyri seg í nýggjari 5. deild.
Enn eru bara tvey umfør farin í umskipaðu deildunum, men í løtuni er felagið í Suðuroy á odda í 4. deild. Sunnudagin telvaðu Eyðun Nolsøe, Alvin Joensen, Fríði Stenberg og Bjarni Nielsen á liðnum hjá Suðuroyar Talvfelag.
4. deild (2. finaluumfar)
Havnin (B) - Suðuroy 1½ - 2½
Sandavágur - Rókur 1 - 3
Havnin (A) - Sandavágur (A) 1½ - 2½
4. deild (støðan)
1. Suðuroy 6
2. Sandavágur 4
3. Rókur 3½
4. Sandavágur (B) 3½
5. Havnin 3½
6. Havnin (B) 3½
5. deild - 2 umfar
Kollafjørður - Strendur 1 - 3
Toftir - Gøta 2 - 2
5. deild (støðan)
1. Kollafjørður 4
2. Strendur 3
3. Gøta 3
4. Toftir 2
5. Rókur 1
Dystirnir í áttanda leikumfari í landskappingini í talvi verða sunnudagin 22. februar. Kappingin endar 14. mars.











