Vágatunnilin

Fast samband um Vestmannasund.


Undirritaði er neyvan serkønur á hesum øki, men hóast ikki at hava fingið stempul hjá hægri læristovni, loyvi eg mær at koma við hesum reglum.

Hesar reglur eru ikki skrivaðar sum atfinning.

Undirritaði og neyvan nakar her á landi misunnir Vágoynni fast samband, langt ífrá tí!

At menn í álvara framføra at vágafólk, sum tey einastu í Føroyum skulu betala bummpengar, er at øtast yvir.

Sjálvandi skulu vágafólk hava somu sømdir sum allir aðrar føroyingar, teir gjalda mær vitandi eins væl skatt sum restin av borgarunum her á landi.

At menn, ið vit skuldu mett fulbornir til vit, standa fram og framføra, at vágatunnilin skal kunna gerast fyri ca. 200 mill. er tokutala.

200 mill. er ikki meir enn kostnaðurin fyri tveir rækjubátar.

Føroya fólk hevur í hesum sambandi krav uppá at vita, hvat hevur kostnaðurin verið at gjørt sumbiartunnilin, og hví er hann ikki fullførdur so hann kann nýtast.

Sumbiartunnilin er sera stuttur samanborin við Vágatunnilin, og sum øllum kunnugt, skal liggja undir havbotninum.

Fáa vit mest framkomnu amboð ið finnast, er neyvan tann stóri trupulleikin at gera byrging um Vestmannasund, við rúmligari siglingarrennu Streymoyarmegin.

Við byrging eru so nógvir fyrimunir samanborið við tunnil.

1. Fyrimyndarlig havnaløg báðu megin

2. Vágafólk fáa fast samband

3. Er byrging gjøgnum sundið hevur Vágoyggin fyrimyndarligt øki at bjóða oljuvinnuni, og ikki at forgloyma flogvøllin við síðuna av oljuvinnuni.

Í samband við undirsjóartunnil eru nógvir ivaspurningar, so nógvir, at ilt er at meta um úrslitið, og orsøk er at óttast fyri, at Føroya fólk kemur í óføri.

Verður undirsjóvartunnil gjørdur, verður hann møguliga steinur oman á byrðu hjá tjóðini.

Mín tilráðing skal tí vera, at miðvíst arbeiði fer í gongd at fáa byrging um sundið.

Tað er neyvan ivi um, at byrging um sundið tænir føroya fólki og komandi ættarliðum best.

Undirritaði vil meta at byrging er so skilagóð loysn í allar mátar, at allarhelst vilja oljufeløg møguliga fleiri siga sum so, sjálvandi fíggja vit 100%, tí við byrging fáa tey bæði í posa og sekk okkum til sóma.


Tórshavn 22.11.97.

Jákup A. Mohr