Tað er ein søguligur morgun í frístaðnum Christiania í dag, eftir at løgreglan hevur sett tvey vakmyndatól upp í Pusher Street. Sostatt er gøtan, ið hevur verið kend fyri sølu og keyp av hash, nú undirlagt eftirliti av donsku løgregluni.
Sambært Danmark Radio, so er ætlanin hjá løgregluni at seta fleiri vakmyndatól upp á staðnum við tí endamáli at steðga hashsøluni og ræða møguligar keyparar burtur frá staðnum.
- Hetta er líka nógv eini boð til allar keypara um, at um tey fara har í dag at keypa hash til vikuskiftið, so filmar løgreglan tey. Í útgangsstøðinum royna við at eyðmerkja tey, sigur Dannie Rise, leiðarin fyri Task Force Pusher Street við DR.
Íbúgvarnir í frístaðnum hava góðtikið vakmyndatólini í kjalarvørrinum av, at tveir løgreglumenn vórðu skotnir í frístaðnum 31. august.
Íbúgvarnir tóku frástøðu frá tilburðinum, og settu í verk fleiri tiltøk fyri at avmarka handilin við hash, harímillum at ríva niður øll sølustøðini, heita á danir um ikki at keypa hash á staðnum og nú at lata løgregluna seta vakmyndatól upp á Pusher Street.