Vakurt farvæl við blómuheilsan

Fríggjadagin 31. januar lat ein vøkur og áhugaverd fram­sýning upp í Fípuni í SMS.
Hon ber heitið: “Vakurt farvæl við blómuheilsan”. Tað er lærlingurin Maria Deku, sum er byrjað við sín­um sveinastykki, og evnið er “Prýði til jarðarferð”.
Umframt at sýna fram sítt skapandi kynstur er eitt endamál við framsýningi eisini at varpa ljós á tær tæn­astur, ið blómuhandilin Fípan veitir sínum við­skifta­fólkum.
Framsýningin sýnir teir klassisku litirnar reytt og hvítt til og við mánadagin 3. februar.
Týsdagin 4. februar verð­ur hildið fram við øðr­um litum við heitinum “Ný­summ­ar við lavendel og hvít­um” Eitt, ið tú beinan vegin leggur til merkis er, at vakur­leiki, nærlagni og góðska eru í hásæti, og tað er veru­liga ein fragd at skoða hesi prýði.
Maria leggur dent á, at tað er av alstórum týdningi at ganga ynskjunum hjá kund­anum á møti, tá hon ger eitt tílíkt prýði, og at blómur og litir skulu spegla lyndið og lívið hjá tí per­sóni, ið prýðið er ætlað til. Framsýningin verður opin til og við hósdagin 6. febru­ar, og Maria býður øllum vælkomnum at vitja.