Val av nýggjum landsstýrismanni

FÓLKAFLOKKURIN skal í næstum til at kjósa sær nýggjan landsstýrismann fyri John Petersen. Tað er altíð spenningur rundan um val av nýggjum landsstýrismanni.

Og tað er heldur einki at siga til. Tí talan er jú um ein av teimum 8 persónunum, sum stýra úr landsins hægsta stað. Slíkt val eigur tí at verða gjørt út frá kvalitetskriterium heldur enn út frá, hvussu nógvar atkvøður tann persónurin á listanum til seinasta val fekk, ið ikki kom á ting. Hóast hetta hevur verið gjørt í mongum førum: at seta fólk í landsstýrið eftir tali av atkvøðum heldur enn eftir kvalifikatiónum, so eiga vit - ikki minst nú vit skulu til at taka størri ella fulla ábyrgd av okkum sjálvum - at velja fólk í landsstýrissess, sum hava evni og gávur og talvuna reina til at umsita so týðandi sess.


TAÐ ber nokk illa til her at skilja millum flokkar, tí í flestu flokkum eru dømi um, at fólk eru vald í landsstýrið meira út frá valtaktiskum orsøkum enn út frá kvalifikatiónum til at kunna leiða og stýra landinum. Nú er tað so fólkaflokkurin, sum skal kjósa sær nýggjan landsstýrismann, og mong munnu hava bíðað við spenningi, hvør fór at fáa ábyrgdarstarvið at vera fiskimálaráðharri. Hóast floksins stuðlar í Suðuroynni halda, at teirra valdømi eigur rættin til ein landsstýrismann, so hevur floksleiðslan valt heldur at velja landsstýrisfólkini út frá øðrum kriterium. Tað ljóðar skilagott, um vit taka undir við, at landsstýrismenn eiga ikki fyrst og fremst at verða valdir eftir, hvat tænir flokkinum í einum ávísum valdømi. Men tá flokkurin so velur at grundgeva valið av Jørgen Niclassen til landsstýrismann við at vísa til, at flokkurin helst sær, at ein av tingmanningini verður valdur í henda sess, so varð hetta ikki galdandi, tá Finnbogi Arge fór út í Tinganes. Hann var ikki partur av tingmanningini, men varð kortini valdur. So her haltar eitt sindur við logikkinum ella taktikkinum.


VIT skulu ikki her gera av, antin JN kann blíva ein góður landsstýrismaður ella ikki. Men tað er tó rætt at minna á nakað av tí, ið hevur verið frammi um Jørgen Niclassen. Bæði í bløðum og í sjónvarpi, og nú herfyri í Sosialinum, verður spurnartekin sett við trúvirði ella reinføri hjá sama persóni. Er einki hald í hesum ?skuldsetingum?- gitingum - eigur flokkurin ella tingmaðurin at vísa hesum aftur. Tað ger so formaðurin í tingbólkinum í blaðnum í dag. Nú JN skal til at røkja landsins mest týðandi sess, og hann seinni skal hava samráðingar við bæði Noreg og Rusland, kundi hóskandi verið mint á, hvat sami persónur, tá fyrst og fremst sum vinnulívsmaður fyritók sær. Var hann ikki nettup ein av teimum fyrstu til at gera ímóti boðunum frá táverandi fiskimálaráðharra um ikki at keypa fisk frá sokallaðu ?Smogutrolarunum?, tí hetta kundi skaða okkara áhugamál í norskum og russiskum sjógvi? Og sum tað eisini gjørdi seinni. Í dag síggja vit, at skip, sum veiddu í Smoguni, eru svartalistað. Hvussu væl egnaður er ein persónur til fiskimálaráðharra, um so er, at hann hevur tikið persónlig áhugamál fram um landspolitisk. Og um nettup avgerðin at keypa fisk frá Smogutrolarum veruliga hevur skatt føroysk áhugamál!