Val í Týsklandi í dag

Í dag fáa 62,2 milliónir týskir veljarar møguleikan at manna Samveldisdagin í Berlin. Alt bendir á eitt spennandi val. Veljararnir hava ikki færri enn 3.500 valevni úr 28 flokkum at velja ímillum, men alt bendir á, at valið verður líka spennandi sum tær báðar seinastu ferðirnar, tá tað endaði javnt millum borgarliga CDU og sosialdemokratiska SPD.

Í 2002 vóru bara 6.000 atkvøður á muni millum teir báðar flokkarnar, og í 2005 fekk CDU eitt prosentstig fleiri atkvøður. Tað endaði við, at flokkarnir báðir samdust um at skipa stjórn saman, og hon hevur stýrt Týsklandi síðani.

Meiningakanningarnar hava víst, at CDU og Angela Merkel, kanslari, hava mist atkvøður í seinastuni. Kortini vænta eygleiðararnir, at hon fer at halda fram sum kanslari aftan á valið.

Spurningurin er bara, um tað verður saman við SPD sum nú ella saman við fríu demokratunum í FDP.

Valhølini lótu upp klokkan átta í morgun, og úrslitið kemur eina ferð í nátt.