Val verður útskrivað í Ísrael

Uttanríkisráðharrin Tzipi Livni hevur lagt kongin í royndini at skipa stjórn, og nú verður roknað við nývali í Ísrael Eftir øllum at døma verður val útskrivað til ísraelska tjóðartingið Knesset. Uttanríkisráðharrin, Tzipi Livni, hevur seinasta mánaðin átt uppgávuna at standa á odda í royndini at skipa nýggja stjórn. Hesa uppgávuna fekk Livni, tá ið hon gjørdist formaður í stjórnarflokkinum Kadima.

Í gjár tók ultraortodoksi Shas flokkurin seg úr samráðingunum um at skipa nýggja stjórn, og harvið tykist møguleikin hjá Livni at vera burtur.

Roknað verður við, at valið til Knesset fer at verða mitt í februar 2009.